Leita á in.fo

Løgreglan var í miðbýnum í Havn í dag, tí at menn fóru til hendurs við knívi

Áki Bertholdsen 19.09.2017 (18:10)

Handtikin fyri at brúka knív í miðbýnum í Havn

Fyri eini løtu síðani handtók løgreglan ein mann fyri at brúka knív í miðbýnum í Havn.

 

Menn fóru til hendurs, og tað endaði við, at tann eini maðurin dróg knív og brúkti hann ímóti einum øðrum manni. Maðurin fekk eitt sindur av skaða av knívinum, men einki álvarsligt, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppi í og tí hevur ikki borið til av avhoyra vitnini enn. Og av tí sama hevur tað heldur ikki borið til at fáa greiði á, akkurát, hvat tað er, sum er farið fram.

 

Nú fer løgreglan so at avhoyra partarnar í málinum, og vitni fyri at fáa yvirlit yvir støðuna, og tá verður so støða eisini tikin til, hvussu farast skal fram.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her