fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Myndin er av tjaldingarøkinum, men stuldurin fór fram á kampingøkinum.

Danjal av Rana 15.07.2017 (10:45)

Handtikin fyri stuldur á G!

Í gjár varnaðust fólk, sum vóru á campingøkinum á G!, at onkrar ognir manglaðu, tá tey komu aftur til vognarnar.

 

Í gjárkvøldið heitti ein kampari á fólk um at minnast til at læsa vognarnar, tá fólk fóru frá teimum, tí hon hevði havt óbodnar gestir. Viðkomandi hevði lánt vesi, fingið sær nakrar øl og var farin avstað við toiletttaskuni og sminkupungin.

 

Løgreglan boðar í morgun frá, at teir hava verið í Gøtu og gjørt kanningar og hava handtikið ein persón, sum er undir illgruna fyri stuldurin. Vakthavandi sigur, at tjóvurin hevur verið inni í eini trimum kampingvognum á økinum.

 

Vakthavandi upplýsir eisini, at handtikni persónurin skal stillast fyri rættin í grundlógaravhoyri seinnapartin í dag.

 

Annars hevur løgreglan ikki havt stórmál at taka sær av.

- Eina løtu sá út til at ófriður fór at birtast á G!, men vit hava havt fólk til staðar alt kvøldið og tað hevur væntandi sissað fólk eitt sindur, sigur vakthavandi. Eftir midnátt fór at regna og tað plagar eisini at tálma bardagahugin hjá fólki.

 

Ein maður fekk eitt klipp í koyrikortið í gjárkvøldið, tá løgreglan steðgaði honum í Sundalagnum fyri at koyra ov skjótt.