Danjal av Rana 10.10.2018 (23:00)
Handverkararnir fáa tað sama sum hini
Seinnapartin í dag góðtóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag hinumegin semingsuppskotið, sum Terje Sigurðsson, semingsmaður, legði fram.
Lønarhækkingarnar, sum avtalaðar eru, eru hesar:
1. oktober 2018 2,59%
1. oktober 2019 2,56%
Umframt lønarhækking er viðbótin fyri 3. ára starvsaldur á 1,6% hækkað við 0,9%, og er nú 2,5%. Flestu handverkarar við 3. ára starvsaldur fáa í dag eina viðbót omaná grundløn sína, sum er hægri enn 2,5%. Í tann mun arbeiðsgevari rindar meira enn 2,5% í viðbót, hevur hann ikki skyldu at rinda hækkingina á 0,9%.
Dagliga arbeiðstíðin er víðkað ein tíma soleiðis, at til ber at arbeiða til vanliga løn frá kl. 06.00 á morgni til 18.00 á kvøldi. Hetta merkir, at tímin millum kl. 06.00 og 07.00 á morgni nú kann arbeiðast fyri vanliga løn, heldur enn fyri 100% í yvirtíð.
Eftirløn í lærlingasáttmálanum er hækkað frá 7,5% til 13%.
Lønin til lærlingar hækkar við 5% av sveinalønini 3. og 4. árið. Lærlingalønin verður:
1. árið 35% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 50% av sveinalønini
4. árið 60% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini
Samlaði útreiðslukarmurin er sostatt 5,82%, sum er á sama støði, sum aðrar semjur í hesi samráðingarrunduni.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
Gullak Madsen tjenti fjórðings milliard í fjør |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Eysturskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Góð milljard leyp av í fjør |
|
Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Tað passar ikki at ferðafólkaskip dálka so illa |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Fongslaður í tvær vikur fyri harðskap |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Jarnbrúdleyp: Danjal og Aslaug gift í 70 ár |
|