Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.08.2017 (17:14)

Hann er glóheitur til Vágsbø í kvøld

Í kvøld spælir danski poppprinsurin Christopher á Summarfestivalinum. Sangarin við teimum mongu hittunum er kendur sum ein framúr undirhaldari, og hann fær avbera góð ummæli fyri sínar framførslur.

 

Síðani 2014 hevur hann verið millum størstu poppstjørnur í Danmark, og hann eisini í Fjareystri lurta tey nogv eftir honum.

 

– Hetta er dreymurin, eg hevði sum ungur drongur. At spæla fullsettar konsertir, at hava fjepparar, at gera video og annars at gera tað, sum eg elski, nevniliga  at spæla tónleik, sigur Christopher.

 

Og hann lovar eisini eina rimmar konsert í Klaksvík í kvøld, siga tey á Summarfestivalinum.

 

– Vit eru glóðheitir. Vit hava júst spælt stórar konsertir í Danmark, og vit ætla at halda eina veitslu á Summar Festivalinum í kvøld, sigur Christopher. Christopher spælir á Vágsbøi í kvøld klokkan 21.

Trýst á pílin á myndini og hoyr samrøðu við Christopher