fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 03.08.2017 (10:42)

Hans Jacob fyllir 100 í dag

Stórur dagur er í Skálafirði í dag, nú Hans Jacob Jacobsen fyllir 100 ár. Hann er uppvaksin og hevur altíð búð í bygdini, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu. Mamma hansara var Thomina Petersen, sum var slektað úr húsunum har Eystri í bygdini, og pápi hansara, Jens Peter Jacobsen, var ættaður úr Víkarbyrgi.

 

Tey bæði løgdu sær gerði inn og smíðaðu sær hús í 1918, og var hetta tá fjórða húsið í bygdini. Um hetta mundið var skúli hildin í eini stovu norðuri hjá Mariusi, og ymsir ferðandi lærarar tóku sær av frálæruni, táið Hans Jacob var í skúlaaldri.

 

Hans Jacob fór sum flestu dreingir tá í tíðini til skips sum 15 ára gamal. Hann var við “Tvey Systkin” og “Godthåb”. Stríðsárini driftaði hann eftir sild á Skálafjørðinum, og í 1942 keypti hann sær ein lastbil, til tað at flyta torv við. Góðir torvheiðar eru ímillum Fjarða, og har gingu fólk í torv úr ymsum bygdum, eitt nú úr Gøtu.

 

Í 1946 giftust tey bæði Elly. Hon er av Teigum í Syðrugøtu, dóttir Petru Clementsen úr Oyndarfirði og Hans Andreas Jacobsen úr Syðrugøtu. Tey giftust inn hjá foreldrum hansara í Skálafirði og hava síðani bygt uppí og umbygt húsini. Børn teirra eru Tórgerð, Henning, Almfinn og Jens – fødd ávikavíst í 47, 49, 51 og í 59.

 

Seinri fór hann til skips aftur, og var við so mætum skipum sum “Føroyingi”, “Haraldi”, “Lítlu Emmu”, “Columbus”, “Kyrjasteini”, “Westward Ho”, “Vesturhavinum Blíða”, “Skálafossi”, “Eystfelli”, “Oyrasker”, “Finni Fríða” og “Jupiter”.

 

Í 1956 keypti Hans Jacob sær aftur ein lastbil. Hesin bleiv m.a. brúktur, táið stóra Turkihúsið hjá Kjølbro á Skála varð bygt, og táið vegurin ímillum Skála og Skálafjørð varð gjørdur. Hann hevur eisini verið røktingarmaður, hevur verið valdur í Skála kommunu og ofta hevur hann lisið lestur í skúlanum í Skálafirði.

 

Tað er væl kent, at menninir inni í firði vóru góðir netamenn. Fáir hava fingist so nógv við gørn sum teir, hetta komst av sildafiskarínum á fjørðinum, og í 1978 byrjaði hann at arbeiða hjá Vónini í Fuglafirði, og har virkaði hann fram til 1992, táið hann var 75 ára gamal. Tá helt hann fyri, at alt var yvirstaðið, men tann spádómurin helt ikki stikk, og síðani er nógv komið á skaftið.

 

Pensiónsárini hevur hann nýtt til at røkja húsini og urtagarðin. Hann hevur eisini smíða sær nýggjan hjall og nýtt neyst. Hegnismaður er, tí eru eisini komnir mangir skreytlutir úr hansara hondum hesa seinastu fjórðingsøldina.

 

Hann passar ærseyðin um veturin og hornaseyðurin, sum hann hevur havt standandi í hoyggjhúsinum um veturin, hevur fingið dygga umsorgan. So dygga, at táið Hans Jacob var á Ríkissjúkrahúsinum sum 90 ára gamal, at fáa sær bót fyri hjartatrupulleikar, tá stóðu læknarnir á rað fyri at sleppa at síggja hendan sjáldama mannin, sum ikki hevði stundir at dvølja í Keypmannahavn í nakrar dagar, tí hann skuldi kvika sær heimaftur at passa seyðin.

 

Nú er sjónin viknað nakað, men ístaðin fyri at lesa hevur Hans Jacob verið íðin lánari av ljóðbókum frá Býarbókasavninum í Havn.

 

Umframt tey 4 børnini eru 11 abbabørn og 14 langabbabørn.

 

Føðingardagurin verður hildin í heiminum í Skálafirði frá kl. 14:00 – 18:00.

 

Kelda: Runavíkar kommuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her