Hans Pauli Strøm sjeyti

Í dag fyllir Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, 70 ár.

 

Hans Pauli Strøm er útbúgvin sosiologur, Cand. scient. soc., og hevur í mong ár starvast á Hagstovuni.

 

Hans Pauli Strøm, sum býr í Vestmanna, varð valdur á ting í 1998 fyri Norðstreymoyar valdømi. Tað eydnaðist ikki at endurvinna sætið á løgtingsvalinum í 2002. Norðstreymoy hevur altíð verið ein tungur burður hjá Javnaðarflokkinum. Bara tvær ferðir áður í næstan 90 ára longu søgu Javnaðarfloksins hevur tað eydnast flokkinum at fáa umboð valt í Norðurstreymoy, í 1984 og í 1990, tá Thomas Arabo varð valdur. Men á valinum í 2008, tá Føroyar vóru eitt valdømi á fyrsta sinni, varð Hans Pauli Strøm afturvaldur.

 

Men tá Javnaðarflokkurin skipaði landsstýrið í 2004 vóru boð eftir Hans Paula Strøm at koma í landsstýrið, og hann sat í trimum landsstýrum frá 2004 til 2011, har hann røkti fyrst starvið sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og eftir at samgongan varð umskipað í 2008 í heilsumálum.

 

Hann hevur starvast á Hagstovu Føroya síðani 1988, men hevur tó verið í farloyvi, meðan hann var landsstýrismaður. Hann var í yngri árum við til at stjórna blaðnum Oyggjaskeggja frá 1969 til 1975. og seinni Framanum frá 1975 til 1985. Hann var formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum fyrst í nítiárunum

 

Hans Pauli Strøm er ættaður úr Vági, sonur Herborg og Torkil Strøm. Hann er giftur við Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen úr Vestmanna.