Hanus: Felagsskapurin styrkir mína sálarheilsu

FSF Varpið hevur vitjað Hanus Johannesen, sum hevur B71 í hjartanum

Sjálvbodnu tímarnir og uppgávurnar hjá Hanusi Johannesen í B71 geva honum yvirskot og trivnað í gerandisdegnum. Tað skrivar Fótbóltssambandið, sum hevur verið á vitjan hjá Hanusi Johannesen.

 

- Sum samstarvspartur í ABC fyri sálarliga heilsu vil Fótbóltssambandið varpa ljós á trivnaðarligu ágóðarnar av at vera virkin í einum fótbóltsfelag, tað verið seg bæði likamliga og sálarliga, sigur FSF.

 

Hanus Johannesen er ein av mongu sjálvbodnu eldsálunum, sum eru grundarsteinurin undir føroyskum fótbólti. Í filmsbrotinum niðanfyri kanst tú síggja og hoyra, hvussu fjølbroytt virksemið í einum fótbóltsfelag er og hvussu sjálvbodna arbeiðið styrkir sálarheilsuna hjá Hanusi.

 

##med2##