fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 09.10.2018 (20:45)

Happing endaði við fongsulsdómi

Ein 28 ára gamal maður er dømdur fyri at hava skumpað og sligið ein annan mann.

 

Tað var eina náttina, teir vóru í býnum, at tað kom til ilnar millum tveir menn. Teir høvdu verið á einum skeinkistaðið um kvøldið, men nú tað lat aftur, leitaðu báðir sær út um. Annar stóð saman við eini vinkonu, meðan hin var saman við einum vinmanni.

 

Teir byrja at keglast sínamillum og orð ekur av orði. Viðmerkingarnar gerast ljótari og persónligari, annar fær onkra viðmerking um at hann er reyðhærdur, hin um at hann er dovin, men so við og við verða foreldrini eisini drigin upp í leikin. Endin er, at annar verður í øðini og legst á hin mannin.

 

Í Føroya rætti í dag bleiv hann dømdur fyri at hava skumpað og sligið hin mannin. Sjálvur mintist hann ikki, at hann hevði sligið, meðan tann sligni ikki mintist reiðiliga, um hann fyrst bleiv skumpaður ella um hann datt av slagnum.

 

Ákærin bað um 40 dagar fonsgulsrevsing fyri at skumpa fyrst og síðani sláa ein liggjandi mann, meðan verjin helt, at maðurin átti at fríkennast fyri at sláa, tí tað var ikki reiðiliga prógvað, helt hann.

 

Dómarin helt tó, at skaðarnir, sum læknin á skaðastovuni boðaði frá, bendu á, at maðurin varð sligin hetta kvøldið, men hon valdi tó at geva ákærda ein nakað linari dóm. Hon segði, at av tí at tað ikki var prógvað, at hann hevði sligið við knýttum neva og av tí at umstøðurnar týddu upp á, at báðir høvdu øst hvønn annan, fekk hann eitt sindur linari dóm.

 

Maðurin fekk 20 dagar treytaða fongsulsrevsing, umframt at hann skal gera 40 tímar av óløntari samfelagstænastu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her