Leita á in.fo

Vøllurin og ítróttarhøllin á Eiðinum eru longu tøk til endamálið

Áki Bertholdsen 13.12.2016 (14:23)

Harmiligt at vágbingar ikki fáa eina millión

Ætlanin um at skipa ein ítróttareftirskúla í Suðuroy, er nú í vanda fyri at detta niðurfyri.


Tað er skilligt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár og hevur lagt hana fyri Løgtingið aftur.
 

Í heyst søkti ein áhugabólkur og ein sjálvsognarstovnur um eina millión í stuðuli á fíggjarlógini fyri næsta ár til at skipa ein ítróttareftirskúla í Vági afturat ítróttarháskúlanum.

 
Men nú Løgtingið fyrsta dagin skal samtykkja fíggjarlógina endaliga, er greitt, at umboðini fyri samgongina í fíggjarnevndini, og umboðið fyri Miðflokkin, ikki hava sett pening av til endamálið.
 

Hinvegin skjýtur minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri Sambandsflokkin og Fòlkaflokkin, upp, at Løgtingið samtykkir at seta 1,1 millión av til endamálið.
 

Dennis Holm, borgarstjóri, sum er ein av stigtakarunum, heldur, at tað er ógvuliga harmiligt, at samgongan ikki tekur undir við hesum.
 

– Eitt afturvendandi evnið frá landspolitiskari síðu hevur verið, at initiativið má koma úr Suðuroynni, og tá slík initativ koma, so skulu tey nokk fáa stuðul, sigur hann í skrivi, hann nú hevur sent landsstýrinum og tingfólkum.

 
– Nú liggur eitt gott iniativ á borðinum hjá Fíggjarnevndini við umbøn um eina lítla játtan, og tað er at skipa ein Ítróttareftirskúla í Suðuroy, afturat Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, sigur Dennis Holm
 

Sjálvur heldur hann, at ítróttarháskúlin er ein sólskinssøga í føroyskum skúlaskapi seinastu árini.
 

– Fíggjarlógin er uppá næstan 6000 milliónir krónur og avlopið er 210 milliónir krónur. Og tað tykist ikki bera til hjá samgonguni at játta eina millión krónur til Ítróttaeftirskúlan í Suðuroy.
 

Orsøkin til, at tað ikki krevur hægri játtan, er at bæði undirvísingarhøli og bústaðir eru longu til taks í ítróttarverkløgunum, sum eru í Vági, og í smáttunum, sum eru bygdar í sambandi við ítróttarháskúlan.
 

Borgarstjórin vísir á, at ein av kjarnunum í samgonguskjalinum er, at vit skulu hava »einar javnari Føroyar«,

 
– Tað er ikki neyðugt at leita longi fyri at síggja, at ein játtan til Ítróttaeftirskúla í Suðuroy kann gera sítt til, at Suðuroy fær lut í teimum javnari Føroyum, sum samgongan ætlar at virka fyri.

 
Dennis Holm sigur, at Ítróttaeftirskúlin hevur størv til 6-8 fólk, bæði fólk útbúgving og ólærd, og harafturat kemur so alt tað avleidda virksemið, so tað hevði verið ein vinningur fyri Suðuroynna.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her