fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Myndin er frá konsertini í Reinsarínum í fjør

Danjal av Rana 14.08.2017 (11:34)

Hassjhundurin avdúkaði Kris

Rættarmálið móti kenda country-sangaranum Kristoffer Kristofferson varð avgreitt í Føroya rætti í morgun.

 

Kendi sangarin bleiv tikin á Vága Floghavn, tá hann í septembur í fjør kom til Føroya, tí hann skuldi spæla nakrar konsertir, m.a. til frama fyri Barnaheiminum.

 

Í rættinum í dag greiddi ákæruvaldið frá, at tað var hassjhundurin, sum hevði avdúkað Kris Kristofferson. Tá tollvaldið kannaði viðførið, funnu teir trý gramm av marihuana og 23 joints, tað vil siga marihuanasigarettir. Hann greiddi frá, at rúsevni var til egið brúk hesar fýra dagarnar, hann skuldi vera í Føroyum.

 

Kris Kristofferson játtaði seg sekan og valdi eisini at rinda 1.000 krónur í veð beinanvegin. Hann fekk upplýst frá tollvaldinum, at tað var vanliga bótin fyri slíkt lógarbrot.

 

Í dag hevur Føroya Rættur so staðfest revsingina, sum gjørdist 1.000 krónur í bót.

 

Kris Kristofferson var ikki sjálvur til staðar, men hevði givið Føroya Rætti skrivligt samtykki, um at málið kundi viðgerast uttan at hann var til staðar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her