fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.02.2018 (12:02)

Hátíðardagur í Hovi í morgin

Mikudagin, 14. Februar, verður kirkjan í Hovi 75 ár, og tað verður hátíðarhildið í morgin. Í hesum sambandi verður hátíðargudstænasta klokkan 12. Var Patrick de Neergaard, prestur, prædikar. Tilstaðar verða eisini aðrir prestar í Suðuroy og nakrir av gomlu prestunum, umframt umboð fyri myndugleikarnar í Havn.

 

Eftir gudstænastuna verður borðhald fyri eini 175 fólkum í skúladeplinum.

 

Hátíðargudstænastan verður send beinleiðis á internetinum og hon kann síggjast og hoyrast við at trýsta HER

 

Hovs Kirkja hevur annars eina sermerkta søgu við tað, at hon var upprunaliga bygd í Vági, har hon stóð til í 1943.

 

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni stendur, at vágbingar høvdu í umbúna at byggja nýggja kirkju og tí fekk kirkjuráðið í Vági ein fyrispurning frá kirkjumyndugleikunum um at lata hovbingum ta gomlu kirkjuna í Vági, sum varð bygd í 1862 og sum stóð á Kirkjukletti, har gamli kirkjugarður í Vági, er, mitt í bygdini. 

 

Hetta var í 1914 og vágbingar játtaðu at lata hovbingum kirkjuna fyri einki. Men drúgv tíð gongur, til kirkjan í Vági verður tikin í brúk. 25 ár seinni, tann 19. februar 1939, verður nýggja kirkjan í Vági vígd, og ikki fyrr enn tá verður klárt at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, og flyta hana til Hovs.

 

Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 6½ breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum konufólkamegin. 

 

Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. 

 

Alt tilfarið varð borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. 

 

Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á. Síðani hevur kirkjan tó aftur fingið flagtak.

 

Tann 14. februar 1943 var sum vera man stórur dagur í Hovi, tí tá varð kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi hana.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her