Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.10.2018 (16:46)

Hátíðarhalda 100 áradagin við Jørundi Hundadagakongi

Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 í ár, og hetta verður hátíðarhildið, við einari rimmar sýning. Burturúr stóru rúgvuni av leikum, sum hava verið framførdir í Sjónleikarhúsinum hesi 100 árini, hava vit valt at seta upp leikin “Jørundur Hundadagakongur” eftir íslendska Jónas Arnasson.

 

Søgan um ævintýraferð Jørundar til Íslands, har hann gjørdist kongur í landinum, hundadagarnar í 1809. Leikurin varð sýndur í 1972 -73, og var tá sera væl vitjaður. Sangirnir úr leikinum vóru at hoyra hvønn sunnudag í kvøðuljómunum, og spyrt tú onkran omanfyri tey 50, so minnast tey uttan iva nógvar senur úr leikinum, og duga heilt vist at syngja við í eyðkennis sanginum “Aridu ariduradey.”

 

Og hetta verður sanniliga ein jubileumsframførsla í orðsins rætta týdningi. Salurin í Sjónleikarhúsinum er umskapaður, soleiðis at áskoðararnir fyrst sita til háborðs á versthúsi í London, og síðani fara við sjógarpunum umborð á skip Jørundar, og sigla til Íslands. Í Íslandi verður fátæka almúgan illa viðfarin av ríkmonnum og embætismonnum.

 

Jørundur setir sær fyri at broyta ússaligu koruni, sum íslendska fólkið livir undir, hann bjóðar embætismonnunum av, og útnevnir seg sjálvan til kong. Hvussu leikur fer, ja tað fáa tit at síggja, tá eini 40 fólk - sjónleikarar, sangarar, tónleikarar og dansarar trína á pallin, og siga søguna um hetta ævintýrakenda tíðarbilið í søgu Jørundar.

 

Leikurin er skemtiligur, spennandi, festligur og litríkur, samstundis sum tær hugtakandi og rørandi løturnar, geva leikinum ein serstakan dám.

 

Ein so stór uppgáva sum hendan krevur gott fólk – og tað hava vit sanniliga fingið. Vit hava sett saman eitt toymi av dugnaligum og royndum listafólki:

Leikstjóri er Ria Tórgarð. Ria er drivin leikstjóri og hevur fyrr sett leikir upp, sum minna um hendan. Hon dugir júst hetta, at pallseta stóran leik við nógvum fólkum, og at samansjóða allar listagreinirnar, sum eru í einum leiki av hesum slag. Ria hevur eisini broytt og umskrivað uppruna leikritið, so tað er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.

 

Sjáldsama flotti pallurin, sum Hjálmar Dam hevur sniðgivið og framleitt saman við handverkarum, er ein uppliving í sær sjálvum.

 

Serstøku búnarnar til sjómenn og kapteynar, hermenn og guvernørar, fátøk og múgvandi fólk, lættlivandi kvinnur og føgur sprund, hevur Anna Sofía Egilstrøð tilevnað, saman við einum toymi av seymikonum.

 

Sigrið Sivertsen hevur arrangerað tónleikin og staðið fyri sangvenjingunum.

 

Koreograferað og skipað fyri dansivenjingum hevur Elsa Maria Bærentsen.

 

Ljóssniðgevi er Turpin N Djurhuus.

 

Orkestrið er mannað av tónleikarunum Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá

 

Og so eru vit sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa ein so flottan bólk av leikarum, óroyndum og royndum, ungum og tilkomnum.

 

Høvuðsleikarar eru:

Jørundur Hundadagakongur: Torkil B Tórgarð

Charlie: Magni Joensen

Laddie: Petur Meinhard E Andersen

Studiosus: Rógvi B Dam

Kaptein Jones: Elias Magnussen

Trampe Guvernørur: Tóri í Hoyvík

Gentan Ragnhildur: Edith Dahl Jacobsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her