Hátíðarhalda 200 ára dagin á bókasavninum

Í dag klokkan 15 verður hátíðarhald á Landsbókasavninum. Høvið er, at tað í morgin eru 200 ár síðani Hammershaimb varð føddur. Hann verður mettur sum tann, ið gav okkum føroyska skriftmálið.

Í dag klokkan 15 verður hátíðarhald á Landsbókasavninum. Høvið er, at tað í morgin eru 200 ár síðani Hammershaimb varð føddur. Hann verður mettur sum tann, ið gav okkum føroyska skriftmálið.

 

Hann varð føddur á Steig í Sandavági, har pápi hansara, Jørgen Frants Hammershaimb, var tann seinasti løgmaðurin eftir skipanini, sum varð sett úr gildi í 1816. Eftir at pápin doyði, fluttu V. U. Hammershaimb við móður og systur síni til Havnar, har hann vaks upp.

 

Á hátíðarhaldinum á Landsbókasavninum vera smærri fyrilestrar, framsýning, útgáva av nýggjum frímerki og útgáva av einum tematíðarriti av Frøði um millum annað V. U. Hammershaimb.

 

Tað verður Høgni Hoydal, sum setur tiltakið, eftir at Annika Smith, landsbókavørður, hevur boðið vælkomin.Kári Sverrison fer at syngja tilfar sum V.U. Hammershaimb hevur innsavnað. Christer Lindqvist, professari á lærda háskúlanum í Greifswald, heldur síðani fyrilesturin: »Hvussu føroysk stavseting varð til – gandur má hava verið uppí«.

 

Síðani letur framsýningin »Hammershaimb 200 ár« upp, og Posta, Kim Simonsen og Ole Wich leggja nýtt miniark fram, ið hátíðarheldur V. U. Hammershaimb. Eisini fara Helgi Jacobsen og Kim Simonsen at leggja fram nýtt temablað av Frøði um V. U. Hammershaimb.

 

Síðani heldur Kim Simonsen fyrilesturin: »Frá V. U. Hammershaimb til brøðurnar Grimm og romantisk nationalisma í Evropa«.

 

Umframt tiltakið á Landsbókasavninum, so verður Hammershaimb eisini hátíðarhildin í Kvívík, har hátíðargudstænasta verður í sambandi við 200 ára dagin fyri Hammershaimb. Jákup Reinert Hansen, prestur, prædikar í Kvívíkar kirkju, og Tórshavnar Manskór luttekur eisini. Eftir gudstænastuna verður boðið til kaffi í Kirkjustovu. Gudstænastan í Kvívík verður send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 16.