Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 13.09.2017 (09:53)

Hátíðarhalda nýggja bátahylin

Leygardagin verður nýggi bátahylurin á Válinum tikin í nýtslu, og her er pláss gjørt til 35 bátar. Hátíðarhaldið byrjar út fyri Skælingi klokkan 13.30, har bátar og bátafólk hittast, og síðan verður siglt út á Válin.

 

Tað verður elsti maður á Válinum, Albin Funn, sum fer at klippa snórin til bátahylin, sum soleiðis alment verður opin og tikin í nýtslu.

 

Eftir at snórurin er kliptur, fer borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, at siga nøkur orð, og tað fer formaðurin í teknisku nevnd, Óli Hans Olsen, eisini.

 

Klokkan 16 leygardagin bjóðar Kvívíkar kommuna suppu og okkurt aftur við í kappróðrarneystinum, og eisini verður høvi at hoyra livandi tónleik.

 

Kvívík er brimpláss, og tað er ikki so sjáldan, vit hava hoyrt, at bátar – bæði í hylinum og uppi á landi í Kvívík – hava fingið skaða í uppgangi.

 

Tað hevur tí leingi verið eitt ynski hjá borgarum í Kvívíkar kommunu at fáa ein tryggan bátahyl í kommununi.

 

Válur, sum liggur á suðursíðuni og innarlaga á Vestmanna, er partur av Kvívíkar kommunu, og her vóru góðir møguleikar at byggja ein góðan og tryggan bátahyl.