Leita á in.fo

Heri Simonsen 08.07.2018 (20:00)

Hátíðarhalda part nr. 300 av "Faroe Islands Podcast"

Síðani 2009 hevur amerikumaðurin, Matthew Workman verið oddamaður fyri netsendingarnar, ið nevnast The Faroe Islands Podcast, har øll hugsandi evni um Føroyar og føroyska samfelagið hava verið á breddanum.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 verður eitt serligt hátíðarhald í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, har partur nummar 300 hjá Faroe Islands Podcast verður tikin upp.

 

Matthew Workman fer at greiða frá upprunanum og søguni hjá The Faroe Islands Podcast við myndum, og tónleikaframførslur verða eisini á skránni, har m.o. Guðrið Hansdóttir fer at syngja. 

 

Matthew Workman sigur, at tað er ókeypis at koma oman í Reinsaríið at hoyra um The Faroe Islands Podcast, og at hoyra tónleikaframførslurnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen gjørdu beinleiðis á FM1, har teir prátaðu við Matthew Workmann sum greiddi frá upprunanum og søguni hjá The Faroe Islands Podcast. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her