fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 10.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 09.01.2017 (09:25)

Hatta ber slett yvirhøvur ikki til

– Hatta er heilt hol í høvdið!

 

Hans Joensen, formaðuri í Havnar Arbeiðsmannafelag, tekur als ikki undir við teimum ætlanum, sum hava verið frammi um at lata Fróðskaparsetrið fáa Sjóvinnuhúsið at húsast í.

 

Sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur hann allar størsta áhuga fyri tí, sum fer fram á bryggjuni, og hann heldur avgjørt, at bryggjan skal vera til vinnulív og til arbeiðspláss.

 

– At gera hetta stóra húsið niðri á sjálvari bryggjuni til eina skúla, her heilt burturvið, sigur Hans Jonsen.

 

Hann sigur, at teir hentleikar, sum eru á bryggjuni, skulu vera til vinnuna og til at skapa arbeiðspláss, einki annað.

 

– Vinnulívið og arbeiðsplássini hoyra natúrliga til niðri á bryggjuni. Tað ger ein skúli ikki, tí hann kann vera allastaðni, men tað kann vinnulívið ikki, og so slett ikki fiskivinna, heldur hann.

 

– Ungdómurin skal vera vælkomin oman á bryggjuna, men so skal tað vera at arbeiða og ikki at lesa, leggur hann afturat.