- Hatta er reytt kort

Fyrrverandi danskur toppdómari er ikki í iva um, at Mayowa Alli skuldi verið útvístur undir dystinum móti HB

Seinastu vikuna hevur heitt kjak stungið seg upp, eftir at kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum fyri eini viku síðani kom við niðurstøðu um, at KÍ leikarin, Mayowa Alli, ikki skuldi revsast fyri eina hending eftir eina hevnisøku í dystinum móti HB í Havn.

 

Í niðurstøðuni hjá Fótbóltssambandinum varð sagt, at tað vóru ov nógv ivamál á videomyndunum, og at myndirnar ikki týðiliga vístu um talan var um serliga grovt brot.

 

Á Rás 2 greiddi Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini, eisini frá, at dómaraserfrøðingar hjá FSF, ikki dugdu at siga um slagið hjá Mayowa Alli var til gult ella reytt kort.

 

Hetta fekk in.fo at venda sær til Kenn Hansen, fyrrverandi danskan toppdómara, sum í 2012 vann heitið sum ársins dómari í donskum fótbólti. Kenn Hansen varð spurdur um hvat hann hevði dømt í støðuni, um hann hevði sæð hana undir einum dysti.

 

Í svarinum skrivar Kenn Hansen:

 

-       Hatta er ikki trupult at svara uppá. Hatta er reytt kort, og hatta er brotsspark, um hatta hendir innanfyri brotssteigin.

-       Tað er heldur eingin ivi um, at hatta er eitt sólarklárt slag sum tann blái leikarin gevur hinum.

 

Sostatt er danski dómarin ósamdur í niðurstøðuni hjá Fótbóltssambandinum.

 

36 ára gamli Kenn Hansen valdi í fjør heldur óvæntað at steðga sum dómari á hægsta stigi. Hann var harafturat eisini altjóða dómari.