fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.01.2019 (12:15)

Hatta var heilt ótrúliga undarligt

Tað er ótrúliga undarligt at siga, at fólk aftra seg við at stilla til løgtingsval tí at lønin er ov lítil. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Tað helvur elvt til nógv kjak, at stjórin á flogvøllinum, Gudny Langgard, nú ein dagin segði við KvF, at eftir hennara tykki aftraðu fólk við góðum útbúgvingum, og í leiðandi størvum, seg fyri at stilla upp til løgtingsval. Og ein orsøk til tað, er, at lønin er ov lág.

 

Lønin hjá løgtingslimum er einar 40.000 krónur um mánaðin og Hans Joensen heldur, at er hugburðurin, at tann lønin er ov lág, er hugburðurin kanska eisini, at tað bara skulu vera fólk í leiðandi størvum, reiðarar og stjórar, sum skulu sita á Løgtingi.

 

– Hjá einum verkafólki er 40.000 krónur ikki ein vánalig mánaðarløn, tí tað er næstan tvær ferðir so nógv, eitt verkafólk vanliga tjenar, sigur hann.

 

Hinvegin undrast hann eisini eisini eisini á, hví tað eru so fá verkafólk, sum stilla upp til Løgtingið. Í Løgtinginum í dag er ikki eitt tað einasta verkafólk. Henrik Old er skipari, annars hava øll hini eina bókliga útbúgving av onkrum slagi, ella hava í minsta lagi virkað sum leiðarat, stjórar og arbeiðsgevarar.

 

– Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Tað kann so ikki bara vera lønin, sum dregur, tí eitt verkafólk, sum verður løgtingslimur, fer 100 prosent upp í løn, sigur Hans Joensen. Hann heldur eisini, at tað hevði verið grundarlag fyri at valt verkafólk inn á ting, tí bara í arbeiðarafeløgunum eru einir 7.000 limir, umframt handverkarar og fiskimenn.

 

Og hann heldur eisini, at tað hevði verið stórliga brúk fyri at fingið verkafólk inn á ting. Sum støðan er í dag, er tað eingin, sum røkir áhugamálini hjá verkafólki, og sostatt er heldur eingin mótvekt í Løgtinginum ímóti sjónarmiðjum hjá akademikarum, stjórum og reiðarum, sigur hann.

 

Eftir hansara tykki eru eisini teir gomlu, siðbundnu verkamannaflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið, fánaðir burtur, tí har eru heldur eingi verkafólk longur. Í roynd og veru er at kalla eingin munur á flokkunum longur í so máta, tí tað er ber illa til at siga, at ein flokkur er meiri arbeiðaravinarligur enn ein annar, leggur hann afturat.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at verkfalsrætturin er nakað, fakfeløg hava stríðst fyri í eina øld. Men undir seinastu samgongu varð hann brádliga munandi skerdur. Skal verkfall lýsast, er tað nú lógarfest, at vit skulu boða frá tí minst 48 tímar frammanundan. Og hóast tveir flokkar, sum hava kallað seg verkamannaflokkar, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, nú hava sitið í samgongu í skjótt fýra ár, er tann reglan ikki avtikin enn, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Hann heldur ikki, at valskipanin er ein orsøk til, at eingi verkafólk eru á Løgtingið longur. At Føroyar eru eitt valdømi, skuldi bara gjørt tað lættari hjá einum valevni at fingið neyðugu atkvøðurnar, tí nú kunnu valevni fiska eftir atkvøðum í øllum landinum, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her