Hava bjargað Sundsá: Arbeiðið er nú steðgað

Sundsá og ósin á Sundi verður kortini ikki løgd undir grót. Arbeiðið er steðgað, og býráðið fer at finna annað økið til grótið.

 

Tað sigur Turið Horn, forkvinna í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

Tað var í gjár, at farið varð undir arbeiðið á sundi at gera klárt at leggja grótið frá Eysturoyartunlinum í fjøruni upp á Sundi. Og í hesum sambandi fóru menn at leggja rør í Sundsá, tí áin og ósin skuldu leggjast undir heilt. Grót skuldi fyllast út í fjøruni á Sundi, sunnan fyri havnarlagið, sum varð gjørt har til ein ídnaðardepil í áttatiárinum, men sum ongantíð kom. Økið hevur ligið at kalla til onga nyttu síðani.

 

– Vit hava steðgað arbeiðinum. Grótið verður ikki lagt har, og tann skaðin, sum hendi í gjár, verður bøttur aftur nú, sigur Turið Horn.

 

Býráðið er í ferð við at finna annað øki at leggja grótið.

Lesið eisini: Nú er grót fylt í Sundsá og ósin farin undir heilt

 

– Har eru fleiri møguleikar, har vit kunnu leggja grótið í okkurt sár, sum longu er, í eitt grótbrot ella annað. Vit fara helst í dag at taka støðu til, hvar tað skal leggjast. Í øllum førum skulu vit handla skjótt, tí vit vilja brúka grótið, og tey fara at spreingja tunnilin fyrsta dagin, sigur Turið Horn.

 

Hon leggur dent á, at arbeiðið ikki bara er stegðað. Tí grótið verður við 100 prosent vissu ikki lagt í fjøruna har, sum ætlað.

 

– Tann avgerðin er tikin, og hon verður ikki broytt, sigur Turið Horn.