fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (22:00)

Hava borað ein fjórðing av Eysturoyartunlinum

Í viku 45 vóru sprongdir 64 metrar á Hvítanesi og 54 metrar á Strondum. Í alt er hetta 118 metrar, skrivar tunnilsfelagið á Facebook-vanga sínum.

 

Tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -44,2 metrar, meðan tunnilin á Strondum er komin niður á -68,8 metrar. Har tunnilin er djúpastur, er hann á -187 metrum.

 

Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.316 metrar og á Strondum 1.480 metrar. Samanlagt gevur tað 2.796 metrar, sum eru umleið 25% av tí sum skal borast av Eysturoyartunlinum. Umleið 150 metrar resta í, til komið er oman til rundkoyringina. Tá verður farið undir at bora bæði móti Hvítanesi og móti Rókini, umframt at hildið verður á frá Hvítanesi móti rundkoyringini.

 

Kort, sum vísur tunnilslinjuna og hvussu langt arbeiði er komið, sæst her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her