Brúkiligur fiskiskapur eftir svartkalva

Í løtuni eru tvey skip á garnaveiði eftir svartkalva, og eitt garnaskip er til fiskiskap eftir havtasku.

Tá hetta vikuskiftið byrjaði, vóru fýra partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma tey øll inn at landa í komandi viku.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og ein er vestanfyri og fiskar kongafisk.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í komandi viku.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap. Teir eru allir á Skeivabanka og fiska havtasku og koma inn at landa í vikuni.

 

Í løtuni fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

Sagt verður, at fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men hann er smáligur eftir havtasku.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.