Hava fingið 170 bíleggingar í morgun

Tað streymar inn við bíleggingum hjá Koks, eftir at matstovan í morgun varð heiðrað við eini Michelinstjørnu.

 

Bara eftir lítlari løtu í morgun vóru bíleggingarnar komnar upp á 170.

 

Jóhanna á Bergi segði í morgun, at tey frætta frá ferðafólki, at tey fyrst bíleggja sær borð á Koks, áðrenn tey bíleggja sær flogferðaseðin við Atlantsflog.

 

– Tí eru vit púra vís í, at hetta fer at fáa enn fleiri ferðafólk at koma hendanvegin, sigur Jóhanna á Bergi, eftir at Koks í morgun varð heiðrað við Michelinstjørnini.

 

Jóhannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur Koks, sigur við in.fo, at kjarnin hjá Koks er at veita gestunum ein góða uppliving og at tað gera tað spennandi hjá gestunum at uppliva føroyska gastronomi.

 

At tað gevur størri umsetning at fáa eina Michelinstjørnu kunnu tey á Koks so í øllum førum sanna í morgun.

 

Tað eru pláss til 25 gestir á Koks, sum hevur opið fimm dagar um vikuna. Tað verður ikki broytt, hóast nógvu bíleggingarnar, sigur Johannes Jensen.