Leita á in.fo

Hallur Djurhuus og Arnfinn á Birtuni verða tvey av valevnunum

Áki Bertholdsen 12.02.2019 (14:59)

Hava fingið nokk av undirskriftum til at stovna nýggjan flokk

Framtakiði fyri rættinum at velja kannabis nú hevur fingið nokk av undirskriftum til at stilla upp á løgtingsvalinum, sum verður seinni í ár. Og hósdagin fara tey at handa Innlendismálaráðnum tær

 

Tey siga í eini fráboðan í dag, at fremsta málið hjá teimum er at læknar skulu fáa fríari ræsur at útskriva medisinskt kannabis til sjúkar føroyingar. Nógvir føroyingar stríðast ADHD, PTSD, Migrenu, gikt, varandi pínu, sclerosu, krabbamein, Fibromyalgi, Morbus Crohn, epilepsi, og aðrar sjúkur.

 

– Nógvir av hesum sjúklingum síggja ongan annan útveg enn at bróta lógina við at smugla kannabis og kannabisolju. Tað eru eisini dømi um fólk sum eru flutt úr Føroyum til Danmarkar fyri at fáa hjálp við Kannabis.

 

Og tey halda, at tey eiga at hjálpa hesum fólkum, heldur enn at revsa tey. Tað er eisini vónleyst at viðgera fólk við sálarligum trupulleikum sum eisini eru útskotin.

 

– Vit vilja eisini at Landsapotekarin og Bóndafelagið fara í eitt samstarv um at dyrka medisinskt kannabis í Føroyum, bæði til heimamarknaðin og til útflutning, siga tey.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her