Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (12:25)

Hava fingið villleiðandi upplýsingar um Glasir

Glasir skal fáa 28,4 milliónir meiri at byggja fyri fyri at fáa bygningin lidnan. Tað heldur ein stórur meiriluti í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Tey, sum eru í meirilutanum, eru Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen, Bárður Nielsen, Bill Justinussen og Helena Dam á Neystabø.

 

Men hinvegin fýlast tey eisini á, at upplýsingarnar, tey hava fingið frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, hava víst seg at vera villleiðandi. Rigmor Dam skrivað í umsóknini um at fáa hægri játtam, at ” Talan hevur m.a. verið um krøv, sum byggimyndugleikarnir hava sett aftaná, at arbeiðið varð liðugt”


Men tey í Fíggjarnevndini siga, at byggimyndugleikin hevur upplýst, at eingi nýggj krøv eru sett til verkætlanina, aftaná at verkætlanin fór í gongd, men annars hava tey ikki fingið vissu fyri, at arbeiðið fer at kosta endaliga.

 

Men samstundis er tað greitt, at meirilutin í Fíggjarnevndini vil ikki góðtaka, at 14,25 milliónir krónur eru longu brúktar. Tey halda, at tað kann misskiljast soleiðis, at Fíggjarnevndin hevur góðkent at peningur verður brúktur, uttan at heimild er til tað. Meirilutin vil tí hava, at henda meirnýtsla verður staðfest í roknskapinum og tey staðfesta samstundis, at tey góðkenna ikki meirnýtsluna upp á 14,25 milliónir.

 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, tekur ikki undir við hesum uppskotinum um at hækka játtanina til Glasir, tí at tað framhaldandi skal vera Landsverk, sum skal standa fyri at gera bygningin lidnan. Hann heldur, at gongdin við byggingini hevur víst, at Landsverk ikki hevur havt førleika at stýra verkætlanini, tí bæði tíðarætlanir, og kostnaðarmetingar, hava verið broyttar ferð eftir ferð, sigur hann.

 

– Tað er ongin trygd fyri at tað, sum nú er upplýst í uppskotinum, er tað, sum krevst fyri at fáa gjørt skúlan lidnan og tryggan. Fleiri veitarar, sum hava gjørt ymiskt arbeiði á Glasi, hava ikki fingið pengar fyri tað arbeiði, teir hava gjørt. Serliga tær smærru fyritøkurnar eru komnar illa fyri av hesum, sigur Jacob Vestergaard og hann heldur, at slíkt kann ikki góðtakast, og má rættast beinanvegin.

 

Og hann heldur, at Løgtingið eigur at syrgja fyri, at ábyrgdina fyri hesum verður staðfest. Tá landsstýrismaðurin soleiðis frásigur sær alla ábyrgd av einari játtan, sum nú nærkast 700 milliónum krónum, og tá løgmaður ikki letur við seg koma, átti Løgtingið at syrgt fyri, at ábyrgd bleiv staðfest, heldur Jacob Vestergaard.

 

Hann vísir til, at Landsgrannskoðarin hevur staðfest, at tað er Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyri peningin, sum rindað er fyri. Jacob Vestergaard sigur eisini, at hann tekur annars fult undir við, at øll viðurskifti viðvíkjandi Glasi verða fingin í rættlag, og neyðugu pengarnir verða játtaðir til tað.

 

Men treytin er, at onnur, sum eru serkøn í slíkari bygging, sýna allan bygningin og finna út av, hvussu byggifeilir og byggiskaðar skulu rættast, hvussu langa tíð tað tekur at gera hann lidnan, og hvat tað fer at kosta.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her