fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Ein partur av økinum har leitað verður. Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 11.02.2018 (21:00)

Hava funnið annan av svørtu kassunum

Bjargingarliðini hava funnið ein av svørtu kassunum frá ferðafólkaflogfarinum, ið datt niður uttanfyri Moskva í dag, og fari verður nú at kanna, um kassin kann veita upplýsingar um hvat hendi, tá flogfarið datt niður stutt eftir fráferð. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.


Russiskir myndugleikar upplýsa, at øll fólkini umborð á flogfarinum, 65 ferðafólk og 6 starvsfólk, doyðu tá flogfarið datt niður fimm minuttir eftir fráferð úr Domodedovo flogvøllinum, ið liggur 40 kilometrar úr einum landsynning úr Moskva.


Sambært russisku tíðindastovuni Tass, so er svarti kassin óskalaður, og vónirnar eru tí góðar um, at hann kann varpa ljós á hvat hendi, tá myndugleikarnir brádliga mistu sambandið við starvsfólkini umborð á flogfarinum. Leitað verður framvegis eftir hinum kassanum.


Sambært Ritzau, so er tað óvist, um tað er kassin, ið goymir ljóðfílar ella teknisk data, ið nú er funnin.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her