Hava handtikið triða persónin eftir drápini í Barcelona

Ein persónur er handtikin 100 kilometrar norðan fyri Barcelona og verður settur í samband við álopið í býnum, sum kostaði 13 fólkum lívið.

Ein persónur er handtikin 100 kilometrar norðan fyri Barcelona og verður settur í samband við álopið í býnum, sum kostaði 13 fólkum lívið.

 

Annar av teimum handtiknu í gjár var ein fransk-marokkoanari, sum vildi vera við, at samleikaskjøl hansara vórðu stolin. Hann meldaði seg sjálvan hjá løgregluni í Ripoll, har hann so varð handtikin.

 

Ein triðið persónur er handtikin í sambandi við álopið í gjár í Barcelona. Tað var í býnum Ripoll, upplýsir løgreglan á Twitter.

 

Ripoll er 100 kilometrar norðan fyri Barcelona móti franska markinum.

 

13 fólk doyðu í atsóknini í gjár og yvir 100 vórðu særd.

 

Annar av teimum handtiknu í gjár var Driss Oukabir, sum er franskur ríkisborgari av marokkanskum uppruna. Hann meldaði seg sjálvan til løgregluna í Ripoll, tá tað varð sagt, at samleikaskjøl hansara vóru í bilinum, sum varð brúktur í álopinum í Barcelona..

 

Sambært fleiri miðlum hevur hann sagt løgregluni í Ripoll, at hann mistonkti beiggja sín fyri at hava stolið samleikaskjølini.

 

Islamskur Statur hevur átikið sær ábyrgdina fyri álopið í Barcelona.

 

Í nátt var enn eitt álop ímóti gongufólki í býnum Cambrils 100 kilometrar sunnan fyri Barcelona. Har skeyt løgreglan fimm gerningsmenn, sum allir doyðu.

Fleiri myndir síggjast niðanfyri. (Myndatøka: AP Photo/Emilio Morenatti)

 

/ritzau/AP