Leita á in.fo

Savnsmynd

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (14:45)

Hava keypt útgerð at bora tunlar til smábygdir

Landsverk hevur nú keypt útgerð at bora tunlar við, og sostatt er Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, komin eitt stig nærri at røkka einum av sínum hjartamálum. Og tað hjartamálið er at lata Landsverk taka táttin upp aftur at bora tunlar í Føroyum. 

 

Fyrr var tað Landsverk sum gjørdi allar tunlarnar í Føroyum, men tað datt niðurfyri tá ið politisk støða varð tikin um at allir tunlar skuldu bjóðast út. 

 

Men nú er ætlanin at Landsverk skal aftur fáa eitt sjakk, sum skal bora tunlar, men her verður hugsað um tunlar til smábygdir í Føroyum. Nevndar eru Fámjin, Dal, Tjørnuvík og Gjógv.

 

Á páskum fóru umboð fyri Landsverk til Noregs at hyggja at boriútgerð, og Henrik Old sigur, at úrslitið av tí var, at útgerðin varð keypt. 

 

Løgtingið hevur sett sjey milliónir av til hetta nýggja tunlasjakkið hjá Landsverk og útgerðin kostaði stívliga helvtina av hesi upphæddini. 

 

Landsstýrismaðurin sigur, at talan er um góða útgerð sum kostaði góðar 4,5 milliónir, og nú verður so skipað fyri at fáa hana til landið. Okkurt eftirlit var eftir at gera við útgerðina, men hann sigur, at hon kemur til Føroya rættiliga skjótt í summar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her