Leita á in.fo

Hallur av Rana 11.10.2017 (14:59)

Hava meldað Tórshavnar kommunu til løgregluna

Limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum í Kaldbak hava í tveimum umførum meldað Tórshavnar kommunu til løgregluna fyri tað, ið borgararnir meta vera brot á løgtingslógina um bann móti burturkoyring av mold til sjós


- Tórshavnar kommuna letur gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommuna, koyra mold á sjógv í stórum nøgdum á Sundi.


- Henda framferðin hjá kommununi er brot á løgtingslóg nr. 77 frá 1984, og tí hava limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum í Kaldbak meldað framferðina til løgregluna í tveimum umførum, skrivar Janus Vang, ið hevur sent fjølmiðlunum skriv um framferðina hjá kommununi og avgerðina hjá kaldbaksfólkum at melda málið til løgregluna.


Sambært skrivinum sent fjølmiðlum er mold koyrd á sjógv við Sundsá og eystanfyri ánna, og at fyrstu ferð fólk í Kaldbak varnaðust lógarbrotið var tíðliga í heyst og aftur 30. september. Tað var seinnu ferðina, at fólk valdu at melda tilburðin.


- So mikið nógv mold varð koyrd á sjógv, at fólk vóru varug við flótandi runu við bátahylin í Kaldbak á norðara armi á Kaldbaksfirði, skrivar Janus Vang um tilburðin 30. september.


Seinnu ferðina fólk meldaðu Tórshavnar kommunu fyri at koyra mold á sjógv var í gjár, tá fólk varnaðust, at mold framvegis verður koyrd á sjógv.


- Aftur seinastu dagarnar er nógv mold og eyrur koyrt a sjógv, og fyrradagin varð lógarbrotið aftur meldað. Hóast lógarbrotið er meldað til løgregluna, tykist sum um mold og eyrur framvegis verður koyrt á sjógv, skrivar Janus Vang, ið endar skrivið við, at limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum vóna, at lógarbrotið verður steðgað beinanvegin. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her