fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 5.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.01.2019 (09:15)

Hava mist 50 milliónir krónur í tvey ár

Tað eru ikki annað enn rossatár, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, grætur í KvF, tá ið hon aftur harmast um, at tað er so ymiskt, hvussu kommunurnar kring landið eru fyri fíggjarliga. Tað halda tey í Kommunufelagnum.

 

Kristina Háfoss harmast samstundis um, at av tí at tað er so ymiskt, sum kommunurnar eru fyri fíggjarliga, er tað eisini ógvuliga misjavnt, hvørjar tænasturnar, kommunurnar eru førar fyri at veita á eldraøkinum.

 

Tey í Kommunufelagnum fegnast um, at landsstýriskvinnan sigur, at hon at gera nakað við tað. Men tey halda, at hetta er ikki annað enn rossatár, tí higartil hevur landsstýriskvinnan ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkunum hjá kommununum.

 

– Í oktober 2017 varð skipanin fyritíðarpensjónum broytt og tað kostaðu kommununum yvir 25 milliónir í mistum skattainntøkum í fjør, og tað fer at kosta minst líka nógv í ár.

 

– Sostatt hava kommunurnar mist yvir 50 milliónir hesi bæði seinastu árini, samstundis sum landskassin sparir einar 20 milliónir krónur í útreiðslum av hesum somu broytingunum.

 

– Fyri at skera tølini út í papp kann nevnast, at tilsamans høvdu kommunurnar í Suðuroynni eitt undirskot upp á tríggjar milliónir krónur av eldraøkinum í fjør. Men bara broytingarnar í fyritíðarpensjónini, kostaðu kommununum í Suðuroynni einar fýra milliónir krónur í fjør, ella eina millión meiri enn undirskotið av eldraøkinum var.

 

Í Sandoynni minkaðu skattainntøkurnar í fjør 1,034 milliónir, men hevði landsstýrið ikki gjørt broytt fyritíðarpensjónirnar, høvdu skattainntøkurnar í Sandoynni í staðin hækkað góðar 100.000 krónur í fjør.

 

– Eisini kommunurnar Norðanfjørðs skulu djúpt niður í kommunukassarnar fyri at fíggja ágangin hjá landsstýrinum, sum Kommunufelagið málber seg. Men tað eru tær kommunur sum eru ringast fyri, sum eru fyrstar at rópa varskó, leggur felagið afturat.

 

Felagið vísir eisini á, at løgmaður hevur síðani lovað, at kommunurnar ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi av tiltøkum, sitandi samgonga setti í verk. men trupulleikin er, at løgmaður hevur givið Fíggjarmálaráðnum uppgávuna at tryggja, at kommunurnar verða skaðaleysar – og Fíggjarmálaráðið ger einki fyri at loysa uppgávuna, leggur felagið afturat. 

 

– Í staðin harmast landstýriskvinnan um ójavnan, sum er ímillum kommunur, og um at tað er so ymiskt, hvussu vælferðartænasturnar eru kring landið, hóast tað er ein ójavni, hon sjálv hevur skundað undir, og ikki vil gera nakað fyri at bøta um.

 

– Tað hevði gjørt stóran mun hjá kommununum, og hjá øllum borgarum, at havt 50 milliónir krónur afturat at brúkt til vælferðina hjá ungum og gomlum, sigur Kommunufelagið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her