Hava mist álitið á Javnaðarflokkinum

Greining: Flokkurin hevur av innanhýsisstríði sett álitið, hann fekk frá fólkinum í 2015, í váða og stendur til sama katastrofuval sum í 1994

Greining

Tað vísir veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið.

 

Javnaðarflokkurin stendur til at missa nærum 10 prosentstig av undirtøkuni, sum hevði merkt, at Javnaðarflokkurin kom niður á sama støði, sum eftir katastrofuvalið hjá Javnaðarflokkinum í 1994.

 

Eingin ivi er um, at orsøkin til, at veljarin hevur mist álitið á flokkin er út av lagi vánaliga arbeiðslagið í flokkinum síðani valið. Longu sama dag, sum løgmaður varð valdur, meldaði Sonja Jógvansdóttir seg úr flokkinum – uttan at siga, hvør trupulleikin var.

 

Í hesum døgum stríðist løgmaður sum úlvur á skóg fyri at fáa andstøðuflokkar at hjálpa samgonguni, tí at tveir av tingmonnunum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, ikki vilja tað sama sum flokkurin og samgongan vil.

 

Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum kom Javnaðarflokkurin í álvarsamt stríð við fakfelagsrørsluna, serliga forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, og formannin í Føroya Fiskimannafelag, Óla Jacobsen, sum stovnaðu nýggjan flokk, Verkamannafylkingina, sum tó hvarv aftur á valinum í 1998 av innanhýsisstríði.

 

Javnaðarflokkurin fekk 10 tingfólk vald á løgtingsvalinum í 1990, men misti helmingin á valinum í 1994 og fekk søguliga vánaliga úrslitið 15,3 prosent og 5 tingsessir. Sambært veljarakanningini í dag, so lendir Javnaðarflokkurin á sama støði. Bara tvær ferðir áður hevur flokkurin havt lakari undirtøku. Tað var fyrstu ferð flokkurin varð valdur á ting í 1928 og aðru ferð í 1932. Tá fekk flokkurin ávikavist 10,6 og 10,5 prosent og í báðum førum tveir tingmenn, Petur Mohr Dam og Mourentius Viðstein.

 

Søguliga sæð hevur Javnaðarflokkurin tríggjar ferðir vunnið stórsigur á løgtingsvali. Fyrstu ferð í 1958 – flokkurin fór frá 5 upp í 8 tingsessir – tí flokkurin agiteraði við fólkapensjónini, sum hann eisini gjøgnumførdi. Næstu 20 árini var Javnaðarflokkurin størsti flokkur á tingi og stjórnarberandi flokkurin í landinum mestu tíðina heilt fram til 1994.

 

Á valinum í 1990 vann flokkurin eisini stórsigur, tá hann fór frá 7 tingfólkum upp í 10. Tað hevði gingið illa hjá samgonguni hjá Jógvani Sundsten frá 1989, tá Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skipaðu samgongu, og fólkið vildi broyting.

 

Eftir valið í 1990 skipaðu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin tveyflokkasamgongu, sum tó skrædnaði í 1993. Á valinum í 1994 fór Javnaðarflokkurin í spønir, og kom ikki fyr seg aftur, fyrr enn á seinasta løgtingsvali í 2015, tá Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð síðani 1990 gjørdist størsti flokkur, og tá Aksel V. Johannesen setti met í persónligum atkvøðutali við 2.405 persónligum atkvøðum.

 

Hetta álit hevur Javnaðarflokkurin nú sett í váða – sambært veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið.

 

Talan er tó »bara« um eina kanning. Tí er spurningurin so, um Javnaðarflokkurin megnar at fáa semju innanhýsis og at endurskapa álitið. Ta avgerðina eiga tey fólkini, sum fingu veljarans álit á valinum í 2015, og tí kunnu vit siga, at flokkurin liggur, sum hann sjálvur hevur reitt.