Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.10.2018 (14:46)

Hava mist ein part av gávuni – men nógv er eftir

Ein partur av teimum søguligu gripum, sum fylgdi við, tá ið Posta varð yvirtikið frá dønum í 1976, er horvin. Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Nú ætlanin er at selja Posta, vil Kári P. Højgaard hava at vita, hvat er vorið av øllum tí, sum fylgdi við, tá ið Posta, sum fyrr nevndist Postverk Føroya, varð yvirtikið frá dønum.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at í gomlum døgum høvdu øll posthús sítt egna stempul og posthúsini vóru mong kring landið. Men tá ið Postverkið varð yvirtikið í 1976, fekk Postverkið hesar virðismiklu savnslutir sum gávu at hava í varðveitslu. Og hann heldur, at tað kann ikki vera ivi um, at søgan hjá Postverkinum, og allir lutirnir, eru tjóðarogn. 

 

Poul Michelsen sigur, at gávan, serliga stempul, skjøl og yvirstemplað frímerki, sum Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen í 1976, er partvís tøk og er í varðveitslu hjá Posta. 

 

Men tíverri má eisini staðfestast, at ein partur av gávuni er ikki at finna longur, leggur hann afturat. Hann sigur, at talan er um lutir og skjøl, sum helst av misgáum eru burturbeind í sambandi við, at lutirnir eru fluttir fleiri ferðir seinastu nógvu árini. 

 

– Arkið við yvirstemplaðum frímerkjum frá fyrra heimsbardaga er kortini varðveitt í bankaboks, sigur landsstýrismaðurin. Og hann sigur, at ein partur av tí, sum enn er til skjals, verður sýndur fram í postavgreiðsluni á Óðinshædd. 

 

– Lutir, sum verða mettir at hava áhuga uttan fyri Havnina, eru latnir, ella verða latnir, ymsum søvnum kring landið í varðveitslu. Eitt nú eru nakrir lutir, sum eru knýttir at posthúsinum í Klaksvík, latnir Norðoya Fornminnafelag. Og aðrir lutir eru, ella verða, latnir til Sandvíkar, Miðvágs og Mykinesar, har skipað verður fyri framsýningum í gomlu posthúsunum. 

 

Hesi lokalu postsøvnini verða væntandi klár næsta summar. Uppaftur aðrir lutir eru latnir Tjóðpalli Føroya í varðveitslu. Søvn Landsins hava eisini fingið nakrar lutir í varðveitslu, og saman við Søvnum Landsins er farið undir at skráseta allar teir postlutir, sum eru tøkir. 

 

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at málningar, myndir, litografi, og annað, sum hava verið myndaevni til frímerkjaútgávur, eru á goymsluni hjá Posta á Óðinshædd. 

 

– Bæði listaverk og lutir, sum eru knýttir at postvirkseminum, hava ávíst peningaligt virði, men meiri umráðandi er, at lutirnir hava søguligt virði fyri føroyingar og føroysku postsøguna. Umráðandi er tískil at tryggja, at hesi listaverk, og hesir lutir, verða verandi ogn hjá landinum, og hetta verður tikið upp, tá ið farið verður undir at viðgera uppskotið um at einskilja Posta, sigur Poul Michelsen. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her