fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Mynd: privat

Annika Kunoy Im 12.09.2017 (11:31)

Hava ósvaraðar spurningar um sex

Í skrivandi stund hevur Durita Strøm framløgu á Norðurlendska ráðstevnuni Bryt Tabút í Norðurlandahúsinum. Vit tosaðu við Duritu, sum eisini er forkvinna í nevndini Spyr Meg undir Javna, í morgun.

 

 

Sjálv hevur Durita Sotos Syndrom, og hon sigur, at  tað er umráðandi, at fólk við menningartarni eisini verða hoyrd í samfelagnum, og at atlit verður tikið til tær avbjóðingarnar, sum tey møta.

 

 

Fyrilestur hennara snýr seg um kynslívið hjá fólki við menningartarni, og hon greiðir frá, at nógv ung ikki skilja, hvat hendir við kroppinum, tá tey verða kynsbúgvin. Trupult er eisini at finna rætta kunning um evnið, og ofta er mangul á upplýsing, heldur hon.

 

 

Hon minnist aftur á sína egnu uppliving, og hon greiðir frá, at hon bert minnist tann eina undirvísingartíman, ið viðgjørdi evnið.

 

 

- Tá man manglar upplýsing, so roynir man at leita eftir svarum til spurningarnar sjálvur, og tá alt er ein loynidómur, so gera fók sær egnar tankar og kunnu enda í løgnum støðum av tí sama, sigur hon.

 

 

- Nógv leita eftir kunning á netinum, og tí enda tey á porno síðum ella líknandi og halda síðani, at tað sum tey finna har er natúrligt, tí tey ikki hava fingið nóg góða undirvísing í kynslívi og seksualiteti. Onnur royna seg fram, og ofta standast misskiljingar av tí, leggur hon afturat.

 

 

Hon greiðir frá, at ofta er lættari at fara á netið enn at spyrja onkran, tí ein kanska ikki torur ella tí evnið er ov flovisligt.

 

 

- Í míni verð er tað ikki flovisligt, tí eg haldi, at tað er týdningarmikið at tosa um, so okkurt kann henda á økinum, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá um tann eina undirvísingartíman í skúlanum, sum hon minnist aftur á.

 

 

- Tað sum eg minnist var, at lærarin tosaði um mannfólka- og kvinnukroppin og um hvat hendir, tá tey eru kynsliga virkin. Eg minnist gott, at tað vóru fleiri í flokkinum, sum ikki ordiliga fingu alt við, og sum høvdu fleiri spurningar, tá undirvísingin var av, sigur hon.

 

 

- Tað vóru fleiri ósvaraðir spurningar og ivamál. Eg haldi, at fleiri skiltu ikki, hvussu ein verður við barn ella, at ein kann verða smittaður við kynssjúkum, leggur hon afturat.

 

 

- Tað er so nógv løg í hesum evninum, at fleiri mangla hjálp til at kunna sær vitan um alt hetta. Øll eru ikki so heppin at hava ein vaksnan at tosa við, tá tey hava spurningar um kynslív og kropp, staðfestir hon.

 

 

- Eg hevði viljað, at menningartarnaði fingu meir upplýsing í skúlanum og aðrastaðni, tá tey eru vaksin. Hetta kundi veri á skeiðum ella sum undirvísing í eitt nú kvøldskúlanum. Kanska á tann hátt, at næmingarnir sjálvir settu spurningar, so teir fingu svar uppá alt tað, sum tey ivast í, sigur hon til endans.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her