Hava selt 12 bilar færri higartil í ár

Ársins fyrsta mánaðaruppgerð hjá Akstovuni vísir, at bilasølan í Føroyum minkað hálvtsjeynda prosent fyrsta mánaðin í ár í mun til fyrsta mánaðin í fjør.

 

Higartil í ár eru seld tilsamans 171 akfør í mun til 183 sama tíðarskeið í fjør.

 

Persónbilarnir fylla sum vera man mest – teir vóru 126 í tali í mun til 139 í januarmánaði í fjør. Ein munur upp á 13 akfør – ella 9,4 prosent.

 

TRÝST HER fyri at síggja yvirlitið frá Akstovuni.