Hava selt Trónd í Gøtu til Noregs

Norðmenn hava keypt uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu frá Varðanum

 

Tað skrivar Dimma.fo

Tað gekk skjótt fyri seg, men Varðin í Gøtu fekk eitt so gott tilboð úr Noreg, at tey valdu at selja uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu til Noregs, skrivar dimma.fo.

Eitt norskt felag, Halsteinssen, sum er í ferð við at byggja nýtt skip, hevur keypt Trónd í Gøtu. Reiðaríið er í ferð við at byggja eitt nýtt skip, sum er seinkað. Men avbjóðingin hjá norska reiðarínum er, at nýggja skipið er seinkað, og fær reiðaríið ikki skipið, kann tað missa fiskiloyvið.

– Tilboðið var so gott, at vit ikki kundu siga nei, sigur Dávur Jacobsen, nevndarformaður, við dimma.fo.

Varðin byggir eisini eitt nýtt skip á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, sum skal latast felagnum í vár. Skipið skuldi avloysa Finn Fríða, sum annars var settur til sølu.

Nú er hann rikin av sølulistanum, og Tróndur í Gøtu seldur í staðin.