Hava sprongt 80 % av Eysturoyartunlinum

Tað gongur alsamt framá at gera Eysturoyartunnilin. Nú eru yvir níggju kilometrar av teimum 11.250 sprongdir, sum svarar til beint yvir 80 % av tunlinum.

 

Í síðstu viku vóru sprongdir í alt 143 metrar. 109 av teimum eru sprongdir frá Hvítanesi og norður eftir móti rundkoyringini. Nú eru tilsamans 4.394 metrar sprongdir frá Streymoyarlandinum.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi er einki sprongt av sjálvum tunlinum seinastu vikuna. Í staðin hava teir sprongt fyri einum pumpubrunni. Har eru tilsamans sprongdir 1.554 metrar frá rundkoyringini og suðureftir.

 

Frá rundkoyringini og móti Rókini vóru í síðstu viku sprongdir 34 metrar, so nú eru tilsamans sprongdir 1.485 metrar har.

 

Eftir eru sostatt beint yvir tveir kilometrar at sprongja av tunlinum. Tunnilin verður væntandi liðugt boraður móti sumri og koyrandi verður gjøgnum hann í 2021.

 

Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, verður útgerðin flutt til Kirkjubøar og Sands og farið verður undir at bora Sandoyartunnilin, sum skal vera liðugur í 2023.