Hava stongt dyrnar fyri flokshopparum

Tað skal ikki vera lætt at gerst limur bara fyri at sleppa at stilla upp

Greining: Í vikuni frættist, at Streymoyar Sjálvstýrisfelag fegið vil hava Magna Laksafoss at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Og í summar frættist, at Sonja Jógvansdóttir er farin upp í Tjóðveldi. Men hóast valið nærkast, so hava hvørki Tjóðveldi ella Sjálvstýrið boðað frá, at tey hava fingið nýtt valevni og nýtt tingfólk upp í flokkin.

 

Tað hevur seinastu árini alsamt vundið upp á seg, at fólk skifta millum flokkar. Tað kom at kalla ikki fyri í gomlum døgum, at fólk vórðu vald fyri fleiri flokkar á ting. Nøkur fá dømi eru um tað úr Løgtingssøguni, eitt nú fór A. C. Evensen úr Sjálvstýrisflokkinum og stillaði upp uttanflokka í 1916 og varð valdur. Jóannes bóndi fór úr Sjálvstýrisflokkinum og varð valdur fyri Fólkaflokkin í 1940.

 

Síðani Magni Laksafoss 31. mars í fjør boðaði frá, at hann var farin úr Sambandsflokkinum hevur hann leitað eftir nýggjum flokki at stilla upp fyri. Sonja Jógvansdóttir, sum tók seg úr Javnaðarflokkinum 15. september í 2015, hevur verið rættiliga kúrr um sína framtíð í politikki, men sum frættist hevur hon teknað seg sum lim í Tjóðveldi.

 

Men tað er ikki bara sum at siga tað at koma upp í ein nýggjan flokk. Summir flokkar eru meira royndir í so máta, eitt nú Javnaðarflokkurin. Av teimum 12 fólkunum, sum nú umboða Javnaðarflokkin á Løgtingi, í landsstýri og á Fólkatingi, eru 6 fólk, ella helmingurin teirra, sonevndir »flokshopparar«, fólk sum umboða ella hava umboðað aðrar flokkar:

 

Sonja Jógvansdóttir

Heðin Mortensen

Kristin Michelsen

Helena Dam á Neystabø

Sjúrður Skaale

Kristianna Winther Poulsen

 

Hóast hurðin í Javnaðarflokkinum hevur staðið víðopin fyri flokshopparum, so ger hon ikki tað longur. Og tað ger tað trupult hjá einum sum Magna Laksafoss at koma inn í Javnaðarflokkin. Flokkurin hevur broytt uppstillingarreglarnar soleiðis, at nú er tað starvsnevndin í flokkinum, sum skal góðkenna endaliga vallistan. Tað merkir, at valfeløgini ikki longur hava endaliga orðið.

 

Vóru gomlu reglarnar galdandi, so kundi til dømis Kristin Michelsen møtt á uppstillingarfundi hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy við nøkrum stuðlum. Kom hann á uppstillingarfundinum á listan, so var hann á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og flokkurin kundi einki gjørt við tað, sjálvt um hann varð koyrdur úr tingbólkinum.

 

Tað fer ikki at bera til á komandi løgtingsvali. Tí skuldi Kristin Michelsen komið á listan á einum uppstillingarfundi í Suðuroy, so kann starvsnevndin bara koyra hann av aftur listanum.

 

Í førinum við Magna Laksafoss skilst, at Javnaðarflokkurin ikki vil hava hann í flokkin og at stilla upp. Tí kann tað gera tað sama, um Magni Laksafoss meldar seg sum lim í onkrum javnaðarfelag og kanska sleppur upp á listan á einum uppstillingarfundi. Tí vil flokkurin ikki hava hann á listan – og hann kortini kemur á ein lista á einum uppstillingarfundi, so fer starvsnevndin í flokkinum at koyra hann av aftur listanum.

 

Hóast Tjóðveldi ikki hevur somu reglur sum Javnaðarflokkurin við at góðkenna uppstillingarlistan, so skilst á lagnum, at Sonja Jógvansdóttir ikki hevur so lætt við at sleppa inn í hitan í Tjóðveldinum. Fleiri sterkar kvinnur eru í Havn, Annita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg og Bjørt Samuelsen, sum ikki eru so fegnar um at lata Sonju teirra pláss.

 

Aðrar røddir í Tjóðveldi eru eisini, sum ávara um sera vinstrasinnaða og LGBT profilin hjá Sonju Jógvansdóttir. Hvussu verður profilurin hjá Tjóðveldi mettur, um meira borgarligar tjóðveldispolitikarar sum Magni Arge stilla upp saman við Sonju Jógvansdóttir, verður spurt.

 

Fyribrigdið við flokshopparum á tingi man hava eini 25 ár á baki, men hevur serliga vundið upp á seg seinastu árini. Komandi tíðin fer tó at vísa, hvussu leikur fer – og um tað verða flokshoppararnir ella politisku flokkarnir, sum fara á uppboðssølu.