Hava stongt Oyggjarvegin

Bilar hava staðið fastir í morgun, sigur Landsverk

Tað er framvegis hált og krapi í støðum um alt landið. Tað boðar Landsverk frá í morgun og tí verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

 

Landsverk sigur eisini, at tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum fyri kava, og tískil er vegurin stongdur.

 

Tað er maskinan ið grevur á Oyggjarvegnum, sum hevur fingið trupuleikar, men nú er kavablásarin á veg niðan at fáa grivið ígjøgnum, vit boða frá tá ið koyrandi er aftur á Oyggjarvegnum, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

 

Landsverk sigur, at tað hevur kavað í nátt og tíðliga í morgun stóðu bilar fastir bæði á Sandavágshálsi og á Velbastaðarvegnum og á Syðradalsvegnum. Men annars eru hampuliga góð koyrilíkindir í dag, sigur Landsverk.

 

Myndin gevur eina hóming av, hvussu tað er á Oyggjarvegnum í morgum, men Landsverk sigur, at tað er nógv verri aðrastaðni á Oyggjarvegnum.