Hava terrortryggjað Vágsbotn til Voxbotn

Stórir betongklossar skulu forða fyri, at nakar ørvitisknokkur skal kunna koyra inn í mannamúgvuna, sum verður savnað í Vágsbotni í dag, kvøld og í nátt

Ræðuleikarnir úti í heimi hava nú ført til, at festivaløkið í Vágsbotni í Havn er tryggjað ímóti, at nakar ørvitisknokkur skal finna upp á at koyra við bili inn í mannamúgvuna.

 

Í gjárkvøldið vóru stórir og tungir betongklossar settir upp við innkomuvegir til Vágsbotn – ein gyrðing á Bryggjubakka niðan fyri Havnar kirkju og ein í Mylnugøtu niðan fyri gonguteigin við Gamla Bókhandil.

 

Stóri pallurin og betongklossar, sum halda honum, forða bilferðslu frá Skálatrøð heim í Vágsbotn – og helst verður Tórsgøta eisini tryggjað, áðrenn stóra konserttiltakið byrjar seinnapartin.

 

– Jú, tað er eitt myndugleikakrav, at øki við nógvum fólkum skulu tryggjast ímóti, at tað yvirhøvur skal verða gjørligt at koma inn í mannamúgvuna við bili.

 

Tað sigur Petur Slyne, ein av fyrireikarunum av konserttiltakinum Voxbont.

 

Tað eru sjálvandi ræðuleikarnir úti í heimi, sum hava ført til herdu krøvini, sum er galdandi fyri øll tiltøk í kongaríkinum, har nógv fólk savnast.

 

Soleiðis verður eisini á øðrum festivalum sum Summarfestivalinum, G! og á ólavsøku. Alt verður gjørt til tess, at tað ikki skal bera til at koma við bili fram at mannamúgvum.