Leita á in.fo

Bæði inn- og útflutningurin er vaksin í ár í mun til í fjør

Sólvit Nolsø 15.07.2017 (18:27)

Hava útflutt laks fyri 1.6 milliardir

Hagstovan hevur nú dagført tølini fyri inn- og útflutning fyri árið higartil í ár.

 

Samlaði útflutningurin gongur eitt vet fram. Lutfalsligi vøksturin í ár í mun til í fjør er seks prosent, sum í milliónum krónum er 206 milliónir. Samlaði útflutningurin í krónum í ár er umleið 3,5 milliardir.

 

Tað er serliga laksurin, sum gongur fram. Tilsamans bleiv útflutt fyri 1.631 milliardir í tíðarskeiðinum januar-mei í ár, sum er ein øking uppá 235 milliónir. Eitt sindur minnið av toski, upsa og hýsu er útflutt í ár í mun til í fjør. Tað er útflutt fyri 480 milliónir í mun til 527 milliónir sama tíðarsekið í fjør. Ein minking á 47 milliónir ella nýggju prosent.

 

Vit innflyta eisini meir í ár í mun til í fjør. Samanlagt hava vit innflutt fyri 3,04 milliardir. Tað er ein øking á 378 milliónir ella 14 prosent.

 

Tað er serliga bólkurin brennievni, ið veksur. Vit hava innflutt fyri 421 milliónir, ið er ein øking á 179 milliónir. Vit hava innflutt minnið av maskinum og amboðum. Tann bólkurin minkaði við 76 milliónur, frá 428 milliónum og niður í 352 milliónir.

 

Sí fleir tøl á heimasíðuni hjá Hagstovuni.