Havi altíð elskað glas

Tá hon var lítil, stjól hon eitt glasbambi í Gamla Bókhandli, tí hon hevði ongar pengar, og hon mátti hava tað.

 

Allar helst vildi hon verið glasblásari, men tað ber ikki til í Føroyum

Mikkalina Norðberg elskar glas. Hon vildi allar helst verða glarsmiður, men av tí at tað er alt ov dýrt at hava ein ovn standandi í gongd í Føroyum, kann tað ikki lata seg gera. Tí bleiv tað brúkslist skorin í køldum glasi.

Hugurin at glasið hevur verið til staðar síðani hon var lítil. Einaferð sá hon eitt bambi úr glasi í Gamla Bókhand. Hon hevði ongar pengar, men hetta glasskapilsi var so fantastiskt, at hon mátti hava tað.

Pápin fann tó útav tí og fór oman og betalti fyri glasfigurin.

Mikkalina er útbúgvin námsfrøðingur, men síðan 2007 hevur hon arbeitt við glasi og í dag livur hon av tí. Tað er eitt satt privilegii og ikki nakað, sum hon tekur fyri givið, sigur hon.

Tað er dýrt at gera glastingin - ein lutur kann taka 3-4 vikur at gera. Av tí sama eru vørurnar ikki bíligar, men Mikkalina sá beinanvegin, at talan var um eitt berandi hugskot, tá hon hevði skapað fyrstu glaslutirnar.

Tað vísti seg eisini sljótt at tað seldi og bar seg.
Tó hevur hon ongantíð hugsað, at hon fór at vera kosin ársins íverkseti.

- Eg hugsi slett ikki um meg sjálva í tí kategoriini - eg geri bara tað, sum mær dámar at gera, sigur Mikkalina. Hon fortelur, at hon fyri kortum hevur meldað seg til eitt skeið um, hvussu man verður ein góður íverksetari.

Mikkalina hevur verkstað í Tórshavn og selur eisini á verkstaðnum. Afturat sær hevur hon fólk, sum gera praktisk ting. Nógv arbeiði er í at fíla og pussa.

Í løtuni arbeiðir hon við at gera avtalur um søku uttanlanda.

- Vit hava alla tíðina selt umvegis netið, men nú verður tað helst skipað, sigur Mikkalina. Sølan verður helst í Danmark, Tysklandi, Noreg og Svøríki.

Ætlanin er, at gera nøkur standardiseraði ting - eitt nú skálir, sum kunnu seljast uttanlanda. Tað vil føra við sær, at onnur kunnu gera tingini. Higartil hevur tað verið Mikkalina sjálv, sum hevur staðið fyri sjálvum glasarbeiðinum.

Verksemiðjan verður tó ongantíð flutt av landinum. Tað er av stórum týdningi, at hon er í Føroyum.
- Eg skal arbeiða í Føroyum - tað er eingin ivi um tað. Hetta er ein føroysk vøra, sum skal framleiðast í Føroyum, sigur Mikkalina.