Leita á in.fo

Fríðunn Bolstad Mortensen 19.10.2018 (12:12)

Havið, dýra undur

“Havið, eg bar við mær inn um skúlagátt,

tað hav so víða fløtur sínar breiðir,

á sveimi hugur bæði dag og nátt

við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.

Er land mítt lítið, so er verðin stór,

og veking elva havsins løg og sangir, ein rødd av høvunum at hjarta fór,

gav míni stóru langtan sterkar veingir” - Karstin Hoydal

 

Langt uppi í Atlantshavi liggja átjan oyggjar. Villa og stilla havið sæst úr øllum ættum. Gjøgnum allar tíðir, hevur havið tikið og givið. Havið er gevandi, tí tað er lívsgrundarlag føroyinganna og hevur tikið mangan sjómannin í sín favn, sum hevur stríðst á havinum, til tess at metta munnar, heima á klettunum. Øll vælferðin er bundin at tí, sum havið gevur.

Hugsa vit føroyingar veruliga, hvussu dýrabært havið er? Hvussu stóra ábyrgd vit hava á alheims trupulleikanum, sum er dálking í havinum?

 

Fyrr í tíðini var mangan sagt - koyr á vestfall, og tá varð sipað til at blaka alt burturkast á sjógv, tí tey hugsaðu tá, at havið var heimsins størsta ruskspann. Tó høvdu tey ikki ovurhonds stóra nýtslu av plasti, sum vit hava í dag, og tískil noyðast vit at taka hond um henda álvarsama trupulleika.  

 

Í Føroyum eru vit errin av náttúruni og vit brúka orð sum unspoiled, unexplored, unbelievable, untouched, soleiðis at ferðafólk verða drigin at okkara oyggjum. Føroyar eru vakrar, men sanniliga eisini óruddiligar. Í seinastu viku varð skipað fyri stóra tiltakinum - “Ruddið Føroyar” og tá var nógv óhugsandi burturkast funnið, sum var slongt framvið sjóvarmálan.

 

Havið kring Føroyar var fyri 13 árum síðani mett at vera tað reinasta í heiminum. Hetta var sagt útfrá kanningum av havhesti. Havhesturin etur, so gott sum alt, ið fyri nevið rekst. Hetta ger, at havhestur er rættiliga vælegnaður til at nýta sum barometur.

Men hvat sigur havhestamagin okkum í 2018? Seinastu kanningar siga okkum, at plast á havinum er ein stórur trupulleiki, sum endar á okkara døgurðaborði.

Kanningar vísa, at 9 útav 10 havhestum, hava plast í maganum. Hóast vit ikki eta magan av havhesti, so er plastið, sera vandamikið og virkar sum ein svampur, ið sýgur vandamikil kemikaliir í seg, og fer út í vevnaðin á eitt nú havhesti.

Sambært ST so endar eini 8 milliónir tons av plast burturkasti í heimshøvunum árliga, og kanningar meta, at í 2050, verður meira plast enn fiskur í havinum.

 

Ein nýggj verkætlan er júst byrjad sum eitur " the ocean cleanup ". Tey sum standa aftanfyri hesa verkætlan, hava sett sær fyri at rudda øll høvini. Tey hava eina heimasíðu, sum eitur theoceancleanup.com og har kanst tú fylgja arbeiðnum. Yvir 5 trilliónir lutir av plasti flóta runt í havinum beint nú, og um onki verður gjørt, so endar heilt galið. Tað fer at oyðilegggja alla okkara vistfrøðisskipan, og harvið eisini alt djórlív í havinum. Tey vóna, at hava ruddað alt áðrenn 2050. Tey hava gjørt eina skipan, sum flýtur runt í havinum og fangar alt plast. Tað er ein stórur bummur, sum rekur runt í sjónum, og bara vindur og streymur taka hann, so tað er ógvuliga umhvørvisvinarligt eisini. Alt plasti, sum tey fáa upp, skal endurnýtast, og harvið kemur tað at fíggja verkætlanina. Hugsa tær, at tín næsta telefon er gjørd úr plasti, sum er tikið upp úr havinum, hvussu kul hevði tað ikki verið? Mærsk supply service er við í hesi verkætlan. Skiparin á bátinum, sum legði tann fyrsta bummin út, er føroyingur og eitur Høgni á Heygum. Skipanin varð sett út 9. september í ár, frá San Francisco.

 

Nú tá ið vit eru vorðin meira tilvitaði um burturkast, hava fleiri bólkar av fólki gjørt megnar átøk, til tess at bøta um umstøðurnar og verja dýrdarmikla havið. Eitt nú var onki plast á ársins G!festivali, men endurnýtslukoppar.  Fyrr vistu vit ikki, hvørjar avleiðingarnar vóru, tá ið vit blakaðu burturkast, men nú eru vit upplýst, tí gransking sigur okkum, at vit øll noyðast at gera okkara, soleiðis at havið framhaldandi verður okkara lívsgrundarlag.

 

Í skúlanum verður álagt okkara ungu borgarum at arbeiða við heimsmálunum, sum er altjóða átak hjá ST. Altjóða átakið byrjaði í 2015, og verður kallað “Heimsmál fyri burðardyggari menning”. Føroyar hava í mong ár havt avtalur við grannalond um tilfeingið, sum er í havinum. Heimsmálini hjá ST vísa á 17 mál, sum innan 2030 kunnu skapa ein betri heim. Eitt nú hevur heimsmál nummar 14 yvirskriftina “Lívið í havinum”.

Tað er sera týdningarmikið, at vit Norðanlond standa saman og lyfta í felag, so byrðan gerst lættari hjá øllum.

 

 

“Her mitt í sjónum

Her mitt í øllum vøtnum

Tað syngur allastaðni vit eru her

Her flúgva fuglar

Hvønn morgun yvir havið

Vit vita eisini vit eru á ferð.”

- Gunnar Hoydal




Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her