Havnar Svimjifelag vann flest heiðursmerki

Seks svimjifeløg hava síðani hósdagin kappast í FM á langgeil í Pálshøll í Vági. Tey eru SuSvim, Havnar Svimjifelag, Ægir, Reysti úr Leirvík, Svimjifelagið Flot av Toftum og Fuglafjarðar Svimjifelag.

 

Kappingin um heiðursmerkini stendur serliga millum Havnar Svimjifelag, SuSvim og Ægir. Tá avtornaði vann Havnar Svimjifelag flest heiðursmerki. Næst teimum á baki kom Ægir og so SuSvim. Havnar Svimjifelag fekk 16 gullheiðursmerki, Ægir 14 gull og SuSvim 13 gull. Tað eydnaðist Svimjifelagnum Flot av Toftum at fáa eina bronsu.

 

Fyri tey sum fylgja serliga væl við svimjing ber til at fáa nýggjastu tíðindi um svimjing á svimjing.com, sum formaður í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, skrivar.

 

Her sæst talvan yvir heiðursmerkja býti á langgeil 2017:

 

Felag

Gull

Silvur

Bronsa

HS

16

20

13

Ægir

14

9

9

SuSvim

13

9

14

FLOT

 

1

1

Reysti

 

1

1

Kelda: svimjing.com

 

Fyri tveimum vikum síðani varð kappast í MU, sum er meistaraskap fyri ung í Klaksvík, og tá varð Ægir stóri heiðursmerkjaslúkurin. Ægir vann 72 gull, Havnar Svimjifelag 44 gull, meðan SuSvim fekk 37 gullheiðurmerki.

 

Tey smærru svimjifeløgini kláraðu seg eisini væl í hesi kapping. Fuglafjarðar Svimjifelag, Reysti og Svimjifelagið Flot fingu ávíkavist 11, 7 og 4 gull.