fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.06.2018 (14:29)

Havnarfólk skulu hava serlig rættindi

Nú er stundin komin, at tey, sum búgva í Havn, fáa eitt borgarakort, sum gevur teimum ein serstakan rætt til tænastur frá kommununi.

 

Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.

 

Hann heldur, at hetta borgarakortið skal kunna brúkast til ókeypis Bussleiðina, bókasøvn og svimjihøllina. Hann vísir á, at í hesum tíðum eru býbussarnir fyltir við ferðafólkum, ið koyra ókeypis og tað er eitt dømi um, at havnarfólk verða settir til viks, tí tey vitjandi í høvuðsstaðnum koyra ókeypis um alla Havnina. 

 

– Her havi eg hug at gera mun á borgarum og ferðafólkum, tí ókeypis bussleiðin er fyrst og fremst ætlað at lætta um hjá borgarunum í høvuðsstaðnum í strævna gerandisdegnum, umframt at bussleiðin eisini er ætlað at eggja fólki til at brúka bilin minni.

 

 

–  Tað hevði verið rættast, at ferðafólk rindaðu ferðaseðil í býbussunum, men at borgararnir í Tórshavnar kommunu vístu fram eitt borgarkort, sum gav teimum rætt til ókeypis busskoyring. 

 

– Ókeypis bussleiðin er eisini ein órímiligur kappingarneyti hjá hýruvognunum í høvuðsstaðnum, tí ferðafólk velja heldur at koyra ókeypis buss enn at leiga hýruvognar.

 

Bogi Andreasen heldur eisini, at allar tænastur hjá kommununi kundu verið knýttar upp í borgarakortið, uttan mun til um talan er um ókeypis tænastur ella tænastur, sum kosta. 

 

– Klippikortini í svimjihylinum, sum vit rinda fyri, kundu verið gjørd elektronisk sum partur av borgarakortinum, og lánikortið á bókasavninum kundi eisini verið bygt inn í borgarakortið, heldur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her