Havnarfólk vilja ikki av við Býarsavnið

Privatfólk hava nú stuðlað savninum hjá Birgari fíggjarliga

Sosialurin var ikki meira enn komin á gøtuna í gjár, tá tað fór sum rótasúpan, at Býarsavnið hjá Birgari Johannessen fer at lata aftur 1. mars.

 

– Men eg kann upplýsa, at tveir persónar í Havn hava innan fyri seiansta tíman flutt so mikið av pengum, at savnið letur ikki aftur tað fyrsta hálva árið, segði Birgar Johannessen við info í gjárkvøldið.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/birgar-snarar-nu-lykilin-um-a-byarsavnium/Birgar snarar nú lykilin um á Býarsavnium

 

Tað var í Sosialinum í gjár, at Birgar Johannessen boðaði frá, at hann nú fór at gevast við savninum, tí tað hongur ikki saman fíggjarliga.

 

Hann hevur søkt kommununa um fíggjarligan stuðul, men tann umsóknin kundi ikki viðgerast fyrr enn síðst í mars mánaði, og tað var ov seint, helt Birgar, sum tí hevði tikið støðu til at lata Býarsavnið aftur.

 

Les eisini:http://www.in.fo/news-detail/byarsavnid-ma-ikki-detta-nidurfyri/Býarsavnið má ikki detta niðurfyri

 

Annika Olsen, borgarstjóri, segði við info í gjár, at hon fór at senda boð eftir Birgari Johannessen, tí savnið mátti ikki detta niðurfyri.

 

Men fólk vóru skjót at gera vart við seg og flyta Býarsavninum pengar – og tí letur savnið ikki aftur fyribils.