Leita á in.fo

Jógvan við Keldu 10.04.2017 (11:08)

Havnin – høvuðsstaður okkara – hevur onki at ræðast (2)

Av 1,2 mia. krónum í íløgum í almennar bygningar,

fer Havnin við 1,1 mia. krónum, meðan úti um

landið verður bygt fyri 100 mill. (o,1 mia. krónur).

Av 50túsund íbúgvum eru 30túsund úti um landið

 

 

 

Fyri sløkum tveimum árum síðani, tá Jens Kruhøffer, sum limur av tvørpolitiska arbeiðsbólkinum í “Staten i hele Danmark”, eftir innbjóðing frá Vinnulívsráðnum helt fyrilestur fyri Vinnulívsráðnum og Klaksvíkar Handilsfelag, varð eisini sama kvøld ein staðfesting løgd fram, sum Vinnulívsráðið hevði umbiðið, um hvar íløgur í almennar bygningar í løtuni vórðu framdar.

 

 

 

Sigandi og álvarslig staðfesting

Staðfestingin er áhugaverd og føroyingar sum heild eiga at seta seg inn í gongdina, og leggja sær hana í geyma,  tí ikki er sørt, at hon eigur at ræða okkum! – So gott sum allar hesar íløgur hava rakstrarligar fylgjur, t.v.s., at her falla stórar lønargjaldingar, drúgvar kostnaðarligar avleiðingar og hópin av avleiddum vinnum, sum ofta savna seg um “miðdepilin”!  Hetta gevur eitt sjáldsamt ovurhonds alment sosialt býti til høvuðsstaðin.

 

 

 

Staðfestingin vísir m.a.:

-       Íløgur í landsalmennar bygningar tá – fyri tveimum árum síðani - verða framdar fyri 1,2 mia. krónur í Føroyum.

-       Av 1,2 mia. krónunum,  verður bygt fyri 1,1 mia. krónur í Tórshavn.

-       Í Tórshavn búgva 20.000 fólk.

-       Víðari - av hesari 1,2 mia. krónunum verða  “bert” 100 mill. (0,1 mia.) krónur bygdar fyri úti um landið.

-       Uttanfyri Tórshavn eru 30.000 íbúgvar.

-       Fyri hvønn íbúgva í Tórshavn er íløgan  sostatt 55.000 krónur.

-       Fyri hvønn íbúgva úti um landið er við 0,1 mia. kr. íløgan 3.300 krónur.

 

 

 

Nú veit eg, at ein høvuðsstaður eigur at hava ein serligan status, men vit skulu hava í huga, her er bert talan um íløgur og ikki um raksturin, sum  aftur gevur gylt til kommununa, har hesar íløgur eru!

 

 

 

Sjálvsagt at ferðast eftir arbeiði

Sum eg nevndi í míni fyrru grein av hesum báðum, so var harmiligt at lesa “upprópið” frá meirilutanum í Tórshavnar býráði, um at “ágangur er á Havnina”, sum øll vita, onki hald er í.

 

Fari hesuferð at loyva mær at nevna, at núsitandi meirilutin í Tórshavnar býráði, er ikki teir fyrstu lokalpolitikarar  í Suðurstreymi, sum hava borið seg soleiðis at. So langt eg minnist, hevur hetta verið lagið.

 

Eisini hava flestu borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu við ávísum millumbilum seinastu mongu árini illneitast á, at fólk aðrastaðni frá koma til Havnar at arbeiða á almennum stovnum, tí “skatturin fellur uttanfyri Havnina”. Hendan illneitan er ikki sørt smáborgarlig.

 

Legg til merkis, at fólk ferðast um mørk til arbeiðis úr Fuglafirði til Runavíkar vice versa, millum Eysturoy og Klaksvík o.s.fr. við góðum og gevandi úrslitum í einum sterkum øki. Havi ongantíð hoyrt borgarstjórar úr Fuglafirði, Runavík, aðrastaðni í Eysturoynni og Klaksvík so mikið sum ønt tí ein tanka, og hetta hevur fyri tað mesta snúð seg um privat arbeiðspláss. Hetta hevur tykst sjálvsagt, sum í øðrum londum.

 

Fari seinni at koma inn á væleydnaðar flytingar av almennum stovnum m.a. í Svørík. Tað nyttar lítið at gera skundloysnir hesum viðvíkjandi!