HB ætlaði at fara avstað við húkinum

Rómurin var óførur í dag, tá ið HB-spælarar og HB–fjepparar fóru sigursælir suður aftur til Hanvar at hátiðarhalda føroyameistaraheitið í bestu fótbóltsdeildini, tó at tað eru fýra dystir eftir at spæla, og steyp og heiðursmerki tá verða handað.

 

Ávegis suður varð steðgað við húkin. »Tit taka altíð trappuna hjá okkum, so nú taka vit húkin hjá tykkum!« segði ein ovurfegin havnarmaður, sum eisini kysti húkin.

 

Ferðaliðið stillaði upp við róp og gang, og so vórðu hópin av myndum tiknar, áðrenn tey aftur ovurfegin fóru rópandi innaftur í teir fýra bussarnar, sum bíðaðu eftir teimum.

 

Teir eldru HB-arnir, sum hava roynt at vinna meistaraheitið fyrr, stóðu kátir og glaðir, men friðarligir eitt sindur burturfrá og skoðaðu eitt sindur errnir hesa sigursælu fjøld.

 

Hóast KÍ tapti í dag, so er KÍ framvegis næstfremst í røðini. Men tað eru heili sekstan stig frá HB og aftur til næstfremsta plássið, sum altso KÍ enn eigur og vónandi varðveitir.