Heðin Mortensen fríggjar til Tjóðveldi

Analysa: Hóast tað eru gingnir 25 dagar síðani býráðsvalið, so er enn eingin samgonga formliga skipað í Tórshavnar kommunu.

 

Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin kunngjørdu mikukvøldið 9. november klokkan 21, at flokkarnir høvdu gjørt avtalu um, at Fólkaflokkurin skal stjórna býnum næstu fýra árini við Anniku Olsen sum borgarstjóra – hetta var 18 tímar eftir, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu skrivað undir avtalu um at halda fram við sama meiriluta við Heðini Mortensen sum borgarstjóra.

 

Men enn er einki býráð skipað. Orsøkin er, at tað er Heðin Mortensen, ið sum fyrstvaldi býráðslimur einsamallur ger av, nær nýggja býráðið skal kallast saman at skipa seg. Einasta treyt er, at hann ger tað fyri 1. januar.

 

Tað gjørdist eitt beiskt stríð um valdið í Tórshavnar býráð. Hóast Heðin Mortensen fekk nógv flestar atkvøður, og flokkurin hansara gjørdist nógv størsti flokkur, so varð hann kortini koppaður eftir at avtala um framhaldandi samstarv varð undirskrivað. Tað var longu greitt í valstríðnum, at fleiri býráðslimir vildu hava Heðin Mortensen frá sum borgarstjóra. Ein teirra var Bogi Andreasen í Fólkaflokkinum – og Tjóðveldi, sum var í andstøðu, duldi ikki fyri, at tey vildu hava annan borgarstjóra og lótu valið snúgva seg um at fáa nýggja leiðslu í Tórshavnar kommunu.

 

Tí var tað als ikki óvæntað, at Tjóðveldi pressaði upp á at fáa Boga Andreasen og Anniku Olsen at svíkja tað lyftið, tey høvdu givið Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum við undirskriftum um skipan av samgongu við Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Og tá Framsókn kendi seg verða sett uttanfyri, so gekk roknistykkið hjá Tjóðveldinum upp – tó við tí høga prísi at lata Fólkaflokkinum borgarstjóran.

 

Var tað ein høgur prísur at egna við hjá Tjóðveldinum, so var tað í øllum førum smart telvað av Fólkaflokkinum.

 

Sum in.fo skilir, so roynir Javnaðarflokkurin nú av øllum alvi at fríggja til Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin – og Heðin Mortensen – eru komin til sættis um, at stríðið um borgarstjóran í øllum førum er tapt. Tí Tjóðveldi vil ikki hava, at Heðin Mortensen skal vera borgarstjóri.

 

Beiskast fyri Javnaðarflokkin er tað helst, at Fólkaflokkurin hevur svikið undirskrivaðu avtaluna. Tí hevur Javnaðarflokkurin bjóðað Tjóðveldinum, Gunvør Balle, borgarstjórasessin. Sum in.fo skilir, so hava veruligar samráðingar ikki verið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, tí Tjóðveldi vil ikki tosa við Javnaðarflokkin.

 

Fólkaflokkurin er í eini ynskistøðu, og tað er tí so sjálvsagt, at Annika Olsen vil hava býráðið kallað saman sum skjótast at skipa seg. Býráðsvalið hesaferð hjá Fólkaflokkinum var tað vánaligasta valið í mannaminni – um ikki tað vánaligasta nakrantíð – við bara 13,7 prosentum av atkvøðunum.

 

Við at fáa borgarstjórasessin forerandi frá Tjóðveldinum hevur Fólkaflokkurin aldarinnar møguleika at byggja seg uppaftur í høvuðsstaðnum. Søgan vísir, at smáir flokkar, sum fáa borgarstjórasessin vaksa seg stórar.

 

Tað gjørdi Javnaðarflokkurin í 2008, tá hann fekk fimm fólk vald. Tað gjørdi Tjóðveldi í 2000, tá tey fingu trý fólk vald. Tað gjørdi Sambandsflokkurin í 1996, tá tey fingu fýra fólk vald. Og tað gjørdi Fólkaflokkurin í 1984, á tey fingu fimm fólk vald.

 

Tjóðveldi situr nú við buktini og báðum endunum. Flokkurin fær borgarstjórasessin, um hann vil. Hann kann eisini fáa allar nevndarformanssessirnar, sum hann hevur við avtaluni við Fólkaflokkin og Framsókn. Tí Javnaðarflokkurin fer at gera alt fyri, at Fólkaflokkurin ikki skal fáa valdið í Tórshavnar býráð næstu fýra árini – og fyri at kunna vaksa seg aftur til størsta flokk í Havn.

 

Hóast Tjóðveldi treyðugt vil bróta ta avtalu, sum flokkurin hevur gjørt um samstarv, so nívir tað uttan iva innanfloks, at flokkurin leggur øll eggini í kurvina hjá Fólkaflokkinum.

 

Tjóðveldisfólk kunnu siga sum Annika Olsen segði, tá hon breyt avtaluna við Heðin Mortensen, at »hetta er politikkur«.

 

Heðin Mortensen og hini í Javnaðarflokkinum kunnu so bara vóna, at allar súðir ikki eru syftar.

 

Men staðfestast kann, at enn eru 27 dagar eftir, til býráðið í seinasta lagi skal vera skipað – og at 25 dagar eru farnir síðani valið.

 

So meðan Annika Olsen trippar eftir býráðsfundinum, so kann Heðin Mortensen lata tað taka ta tíð, tað tekur, til rætta løtan hjá honum er at siga, at »hetta er politikkur«.

 

 

Úrslitið av býráðsvalinum í Havn 8. november

(fíntalt)

Kommunuval 8. november 2016, kl. 00:00

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

A. 

Fólkaflokkurin

1.659

13,7

2

B. 

Sambandsflokkurin

1.209

9,9

1

C. 

Javnaðarflokkurin

4.764

39,2

5

E. 

Tjóðveldi

3.378

27,8

4

F. 

Framsókn

1.094

9,0

1

G. 

Uttanflokkalistin

48

0,4

0

Atkvøður   

12.197

 

Blankar/Ógild.

Valrætt/Valluttøka   

15.340

79,5%

37/8

 

Niðanfyri sæst í hvørji nummarrøð teir 13 býráðsliminir í Havn vórðu valdir á valinum 8. november í ár:

 

1.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin

2.506 atkvøður

2.

Gunvør Balle

Tjóðveldi, Tjóðveldi

514 atkvøður

3.

Tróndur Sigurðsson

Javnaðarflokkurin

676 atkøvður

4.

Marin Katrin Frýdal

Tjóðveldi

468 atkøvður

5.

Annika Olsen

Fólkaflokkurin

332 atkøvður

6.

Bjørghild Djurhuus

Javnaðarflokkurin

218 atkøvður

7.

Annfinn Brekkstein

Sambandsflokkurin

366 atkøvður

8.

Helena Dam á Neystabø

Javnaðarflokkurin

145 atkvøður

9.

Jákup Dam

Tjóðveldi

417 atkøvður

10.

Bergunn Kass

Framsókn

188 atkøvður

11.

Halla Samuelsen

Javnaðarflokkurin

143 atkvøður

12.

Turið Horn

Tjóðveldi

385 atkvøður

13.

Bogi Andreasen

Fólkaflokkurin

303 atkøvður