– Hetta er karaktermorð av mær, og tað fari eg ikki at lata mær lynda.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í sambandi við, at onkur ónavngivin hevur sent út blað í hvørt hús í Tórshavnar kommunu við útspilling av fyrst og fremst borgarstjóranum.
Les eisini:»Haturskampanja« móti Heðin Mortensen við Posta
Tað er Posta, sum hevur borið blaðið út, men á Posta siga tey seg ikki vita, hvør avsendarin er. Tey vísa til Prentmiðstøðina, sum hevur biðið um útberingina.
Heðin Mortensen hevur latið sakførara málið, tí hann vil hava at vita, hvør hevur ábyrgdina.