fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 14.07.2017 (20:02)

Heidi og Bárður: Avgerðin varð ikki tikin í einum kærleiksrúsi

Í morgin geva Heidi Lava Elgeirsdóttir og Bárður Olsen hvørjum øðrum sítt ja. Hetta verðus sama dag, sum hava tey verið par í 10 ár.

 

 

Ætlanirnar um at giftast eru ikki nýiliga íkomnar. Tað eru fimm ár liðin síðani Bárður fríggjaði til Heidi, og hon segði ja, men ongar ítøkiliga brúdleypsætlanir vórðu tá lagdar. Eldri sonur teirra var tá hálvtannað ára gamal, og síðani ringurin kom á fingurin hjá Heidi, hevur hon átt ein son afturat, sum nú er ársgamal.

 

 

Hon greiðir frá, at tað kanska ljóðar óromantiskt, men at hon og Bárður hava verið saman so longi, at tey veruliga kenna hvønn annan, og avgerðin um at giftast er ikki tikin í einum nýggjum kærleiksrúsi. 

 

 

Bárður er úr Vík, og pápi hansara er degnur í Haldórsvíkar kirkju. Hetta er veruliga einasta avgerðin, sum brúðgommurin hevur tikið, greiðir Heidi skemtiliga frá.

 

 

- Hann hevur onga greiða meining havt í ráðleggingini. Hann vil giftast í Vík, og so vil hann, at øll sum koma fáa ein góðan dag, leggur hon afturat.

 

 

Men Heidi hevur eina greiða meining. Ikki eina greiða meining um, hvat hon vil, men eina greiða meining um, hvat hon ikki vil.

 

 

- Tað skal ikki verða eitt prinsessubrúdleyp við nógvum ljósareyðum og túlli. Tað er ikki tí, at eg haldi, at tað er ljótt, men tað er ikki eg, og tað verður falskt, um eg skal gera tað, sigur hon.

 

 

- Eg havi ikki vitað, hvat eg vil, men eg havi vitað, hvat eg ikki vil, og av tí at eg onga greiða meining havi havt, so hava fólk roynt at lurta eftir mær og komið við uppskotum. Eg havi brúkt útlukningsmetoduna, sigur hon avgjørd.

 

 

Stóra dagin fer Heidi í nýggjan bláan stakk og Bárður í Føroysk klæði. Dreingirnir báðir fara í klædning, greiðir hon frá,

 

 

Tað er ikki bert brúðarparið, ið ber brá av føroysku mentanini, men sama hugsan er handan pyntingina av veitsluhølinum, og Heidi hevur valt, at litirnir blátt, reytt og hvítt skulu verða gjøgnumgangandi.

 

 

- Vit brúka litirnar úr Merkinum, serviettarnir eru eitt flagg og ljósastakarnir eru úr malagróti, sigur hon.

 

  

Hetta er heldur ikki nakað, sum hon hevur hugsað væl og longi um, tí hon hevur ongantíð havt deymin um tað stóra brúdleypið og tí heldur ongantíð havt nakra greiða meining um, hvussu hennara stóri dagur skuldi síggja út.

 

 

Upprunaliga tosaðu Heidi og Bárður um gifta seg uttan nakað hóvasták og síðani fara av landinum, og í staðin fyri brúdleyp bert hava brúðarhús á Ólavsøku. Ístaðin valdu tey tó at halda brúdleyp, men á teirra egna hátt.

 

 

- Vit hava droppað tey tingini, sum gera tað ov stívt, sigur Heidi Lava Elgreirsdóttir.  

 

 

Tey hava ongar innbjóðingar sent fólki, men í staðin hava tey stovnað eitt tiltak á Facebook, har fólk hava kunnað meldað seg til.

 

 

Orsøkin til tað er, at Heidi og Bárður halda, at tað er torført at velja, hvør skal og hvør ikki skal bjóðast.

 

 

- Á hendan hátt hava vit fingið nógvar stuttligar tilmeldingar. Summi koma, sum vit ikki høvdu væntað at sæð, og tað er frálíkt. Onnur hava nevnt, at tey ivaðust, tí tey ikki hildu seg kenna okkum nóg væl. Tá hava vit lagt dent á, at tað ikki snýr seg um at kenna okkum nóg væl, men at vit skulu hava tað stuttligt saman, sigur hon.

 

 

Tá parið hevði fingið 250 tilmeldingar, máttu tey lukka fyri møguleikanum at melda til, tí B36-húsið har veitslan skal haldast rúmar bert 180 fólkum.

 

 

Hon heldur tó ikki, at avbjóðingin við fólki verður ein trupulleiki, tí lagt er upp til, at fólk koma og fara, tá tey sjálvi hava hug. Veitslan byrjar klokkan 18, tá kokkarnir fara at grilla grís og lamb á áskoðarplássinum, síðani skera teir matin niður og taka hann við inn í gongina, har fólk síðani fáa sær uppá tellerkin. Seinni kunnu gestirnir fáa kaku.

 

 

- Maturin er frá klokkan 18 til 22, og fólk kemur tá tá tey hava hug, og fara avstað aftur tá tey hava hug. Tað verður onki siðbundi borðhald við eini ørgrynnu av talum, sigur hon avgjørd.

 

 

Heidi og Bárður prenta tískil heldur ikki 250 sanghefti til gestinar. Hon hevur lagt eina fílu við útvaldum sangum á síðuna á Facebook, og har kunnu gestinir taka fíluna niður á telefonina, áðrenn teir koma. Eisini verða sangirnr uppvarpaðir á stórskíggja. Restina av náttini verður lagt upp til eitt stórt ball, har fólk hugna sær saman, sigur hon.

 

 

Til ber at lesa samrøðuna í fullari longd í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.