fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.11.2018 (21:01)

Heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu

Í dag var fráfaringarløta og 25 ára starvsdagur í Sankta Frans fyri ávikavist Maritu Glerfoss og Marjun í Gong. Marjun og Marita hava verið í drúgvari og trúgvari tænastu sum vaskikonur í Sankta Frans hesi seinastu 37 árini. Eftir 37 ár fer Marita frá við eftirløn, og í sama viðfangi varð Marjun heiðrað fyri 25 ár í starvinum.

 

Starvsfólk høvdu gjørt nógv burturúr degnum. Boðið var til smyrjibreyð og kaffi í hegnisliga pyntaðu lærarastovuni á loftinum í Sankta Frans, har starvsfelagar og familja vóru komin at heilsa Marjun og Maritu. Eisini borgarstjórin var til staðar at bera teimum báðum eina heilsan umframt blómutyssi og peningagávu. 

 

- Eg gleði meg hvørja ferð til hendan partin av borgarstjóraembætinum, sum snýr seg um at heiðra borgarar fyri trúgva tænastu. Tað gevur eina heita kenslu av trúfesti og eina sannkenning av, at fólk trívast á okkara arbeiðsplássum, segði Annika Olsen í røðu síni.

 

- Og tað er jú ein av okkara fremstu uppgávum: at fáa fólk at trívast. Og at trívast er eisini at hava eitt arbeiði at fara upp til og at kenna seg sum part av einum felagsskapi. At kenna, at tað, sum ein ger, er partur av einari størri heild, og at arbeiðið hjá einum ger mun fyri onnur.

 

- Sum tit vita, kann eingin skúli virka, uttan at allar umstøður eru í lagi kring okkara næmingar. Tað eru nógv viðurskifti, ið skulu vera í lagi, fyri at ein skúli kann góðkennast sum egnaður. Hølini eru ein av týdningarmiklastu grundarsteinunum undir innlæringini hjá okkara næmingum, og treytin fyri at næmingarnir trívast og læra, er at hølini eru rein og væl hildin, segði hon.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her